Russland stóð ikki royndina

Spaniólar høvdu tolið, sum skuldi til, so russiska kontramaskinan ongantíð slapp ígongd. Og so gjørdist talan um enn ein tryggan sigur hjá Spania, sum nú av álvara líkist einum nýggjum europameistara

Fótbóltur

 

Bert einaferð – í 1964 – hevur Spania vunni ðEM-heitið í fótbólti, men avrikini í endaspælinum hesa ferð hava av álvara givið ábendingar um, at hetta kanska er árið hjá Spania.

Næst seinasta forðingin var í gjárkvøldið, tá Spania dystaðist við Russland. Bæði liðini hava sýnt framúr álopsspæl í endaspælinum, men fyrra hálvleik var tó lítið at síggja til hetta. Spania hevði kanska lítla yvirvág í spælinum, men teir tordu ikki av álvara at tveita fólkið fram á grøna talvborðinum. Og hinvegin sást lítið til russiska álopsspælið, sum annars hevur verið so eyðsýnt. Arshavin varð sera væl ansaður, og í aðrar mátar tordu russar eins illa sum spaniólar at flyta fólkið fram, og tí gjørdist talan í longum løtum um taktiskar bíðistøður.

Opningurin kom eftir steðgin. Bert fimm minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, tá Iniesta royndi seg við skoti. Hetta hevði ikki beina kós, men Xavi hevði sæð møguleikan, og so tveitti hann seg fram í skotbanan, so kúlan fór sendandi í meskarnar.

Og so var mótbrekkan tung hjá Russlandi. Teir royndu at flyta fólk fram, men móti tekniskt sterku spaniólunum var hetta ein vónleys uppgáva. Ferð eftir ferð varð bólturin fluttur skjótt runt, soleiðis at trýstið frá mótstøðuni var burturi, og so kundi spanska maskinan av álvara kick-starta. Eftir 73 minuttum kundi Guiza økja til 2-0, og tá Silva í 82. minutti sendi triðja bóltin inn um Akinfeev, var hetta bert ein staðfestin av veruleikanum. Ein veruleiki, sum sigur, at Spania í løtuni hevur kanska best spælandi fótbóltslandsliðið av øllum í Europa.

Um hetta so eisini røkkur í finaluni, kann bert tíðin vísa. Og skuldi nakar ivast, so byrjar avgerðin um hetta sunnukvøldið klokkan 19.45.