Russland við hóttandi útsagnum móti Svøríki

- Russland fer at koma við móttiltøkum av politiskum og hernaðartekniskum slagi, skrivar russiska sendistovan í Svøríki á Telegram í kvøld.

Svenska blaðið Expressen veit í kvøld at siga, at russiska sendistovan í Svøríki í kvøld er komin við hóttandi útsagnum um svenskan Nato-limaskap.

 

Í einari dagføring á Telegram skrivar russiska sendistovan, at Russland fer at koma við móttiltøkum, nú Svøríki verður limaland nummar 32 í Nato.

 

Tað fer helst at taka nakrar dagar, áðrenn svenski limaskapurin endaliga verður staðfestur, tí nakað av pappírsarbeiði skal fáast frá hondini fyrst.

 

- Russland fer at koma við móttiltøkum av politiskum og hernaðartekniskum slagi, skrivar russiska sendistovan í Svøríki á Telegram í kvøld.

 

Ætlaða hátíðarhaldið í Washington fyri Svøríki sum nýggjum limalandi verður neyvan hesa vikuna, men verður helst útsett í nakrar dagar.

 

Svenska ávísin, Dagens Nyheter, veit í kvøld at siga, at fyrst skal pappírarbeiðið gerast liðugt í Ungarn, eftir at tjóðartingið í landinum hevur givið Svøríki grønt ljós.

 

Landsins forseti skal skriva undir samtyktina, men trupulleikin er, at Ungarn stendur mitt í einum forsetaskifti.

 

Nývaldi forsetin, Tamás Sulyok, tekur ikki við fyrr enn 5. mars, og til ta tíð er László Kövér virkandi forseti, men hann kann í prinsippinum eisini skriva undir samtyktina.