Russiska uttanríkisráðið krevur nú, at amerikanski forsetin, Joe Biden, svarar, um USA hevur nakran leiklut í gasslekanum í Eystursjónum.
Tað sigur talskvinnan hjá russiska uttanríkisráðnum, Maria Zakharova, á Tvitter, og tað er tíðindastovan AP, sum endurgevur.
Í februar mánaði í ár - og áðrenn Russland leyp á Ukraina - segði amerikanski forsetin, at um Russland gjørdi innrás í Ukraina, fór nýggja russiska gassleiðingin - Nord Stream 2 - ikki at gerast brúkilig.
Hesum fór USA at syrgja fyri.
Eisini hevur fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, fleiri ferðir sagt, at hann er ímóti russisku gassleiðingunum vegna orkutrygdina í Evropa.
Í russiskum miðlum verða hesar útsagnir lagdar út sum møguligar hernaðarligar hóttanir.
- Joe Biden hevur skyldu at svara. Vit mugu taka ábyrgd av tí, vit siga. Misskiljingar av tí, sum sagt verður, frítaka okkum ikki fyri ábyrgd, sigur Maria Zakharova sambært AP.