Russland vil ikki hava Zelenskyj frá valdinum

- Tað er ikki okkara mál, at "spesialoperatiónin" skal broyta stjórnina í Ukraina, sigur Kreml-talsmaðurin, Dmitrij Peskov, sambært Sky News.

Sambært talsmanninum hjá Vladimir Putin, forseta, hevur Russland nú broytt støðu, soleiðis at málið hjá Russlandi ikki longur er at reka ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, frá valdinum.

 

Tá Russland leyp á Ukraina, var eitt av málunum at fáa forseta landsins frá valdinum, men nú er hetta eftir øllum at døma ikki eitt mál longur.

 

Volodymyr Zelenskyj varð verandi í Kyiv, tá Russland leyp á Ukraina. Hetta gjørdi, at ótti var um lívið hjá forsetanum. Nú heldur Russland uppá, at forsetin ikki er eitt mál longur við krígnum.

 

- Tað er ikki okkara mál, at "spesialoperatiónin" skal broyta stjórnina í Ukraina, sigur Kreml-talsmaðurin, Dmitrij Peskov, nú sambært Sky News.

 

Hetta er púrasta tað øvuta av tí, sum russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur sagt í sjónvarpsrøðu. Tá mælti hann nevniliga til, at ukrainskir hermenn tóku stjórnina í Ukraina av ræði.

 

- Tað verður einfaldari fyri okkum at semjast, um tit taka valdið í egnar hendur, segði russiski forsetin.