Russland vil ikki hitta Ukraina í Turkalandi

- Endamálið við ferðini til Turkalands er at koma nærri einum enda á krígnum, og vónin er at fáa 1200 ukrainskar fangar heim fyri jól, sigur Volodymyr Zelenskyj

- Russisk umboð fara ikki at taka lut í samráðingunum um Ukraina í Turkalandi í morgin.

 

Tað sigur talsmaður hjá Kreml við Reuters.

 

Í dag gjørdist tað greitt, at ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, fer til Turkalands fyrrapartin í morgin við tí fyri eyga at byrja samráðingar um fangabýti við Russland.

 

Á Telegram skrivar forsetin, at endamálið við ferðini eisini er at koma nærri einum enda á krígnum, og ynskið hjá Zelenskyj er at fáa 1200 ukrainskar fangar heim til Ukraina fyri jól. 

 

Í dag er ukrainski forsetin í Spania, og her fer hann at hava samrøður við spanska forsætisráðharran, Pedro Sánchez.

 

Men, í morgun skilst, at Russland fer ikki at senda nakað umboð til Turkalands at hitta ukrainsk umboð í morgin, og hetta siga Kreml-talsfólk sambært Reuters.