Donsk jagaraflogfør fylgdu tíðliga í morgun einum russiskum bumbuflogfari, sum var tætt við danska markið í Norðsjónum Russiska flogfarið var av slagnum TU-160, og norsk og bretsk jagaraflogfør høvdu hildið eyga við tí. Tá tað so nærkaðist donskum luftrúmi í Norðsjónum, fóru tvey donsk jagaraflogfør av slagnum F-16 á flog og fylgdu russiska flogfarinum.
Danska flogvápnið sigur, at donsku jagaraflogførini fylgdu russiska bumbuflogfarinum einar 25 minuttir.
Fyri fjúrtan døgum síðani fylgdu norsk og bretsk jagaraflogfør einum russiskum bumbuflogfari, tá tað var tætt við føroyska markið.