Rust?aður Fróði hevur útgávukonsert

Fróði & The Pink Slips hava útgávukonsert í Keypmannahavn í annaðkvøld. Fróði Hansen hevur við bólki sínum spælt á fleiri ymsum spælistøðum í býnum, men hóskvøldið verður tað á stóra spælistaðnum Rust á Nørrebro, at Fróði & The Pink Slips vera at hoyra.

 

Tveir aðrir bólkar fara eisini á pall, teir eru Cat Caught Lark og Kwassi Mondeo. Fyrstnevndi er ein duo, ið spælir fólkakendan tónleik, meðan hitt er ein punk- og rock-inspireraður bólkur. Sambært skránni fer Cat Caught Lark á pall klokkan tíggju, Fróði & The Pink Slips klokkan ellivu og Cat Caught Lark klokkan tólv.

 

Hetta er næsta fløgan, Fróði letur av hondum. Í samband við fyrru fløguna, »Creeping Storm«, varð útgávukonsertin í Keypmannahavn hildin í Lades Kælder. Í summar høvdu Fróði & The Pink Slips útgávukonsert á G! í Føroyum, tá fløgan »Patience is a motherfucker when you are living life in slowmotion« kom út.

Nú, nakrar mánaðir seinni, hava Fróði & The Pink Slips so útgávukonsert í danska høvuðsstaðnum. Hetta verður í Rust á Nørrebro, og dyrnar opna klokkan níggju.