Rutan til Esbjerg við til at menna Smyril Line

Norrøna fer framhaldandi at sigla uppá Hanstholm summarmánaðirnar, men í vetrarhálvuni verður Esbjerg staðið, og Smyril Line fer at leggja alla orku í at marknaðarføra hesa farleiðina eisini segði Petur Holm, stjóri í Smyril Line, tá nýggja rutan varð alment tikin í brúk í dag

Jan Müller

úr Esbjerg

 

Tað var fyritaksstjórin í Smyril Line, Petur Holm, sum bjóðaði vælkomin á byggjuni í Esbjerg, har umboð fyri landsstýrið, Framtak, býráðið í Esbjerg, manning og onnur innboðin vóru til steðar. Petur Holm kallaði løtuna fyri almennu vígsluna av motorvegi Føroya til og frá europeiska meginlandinum. –Hetta er ein gleðisdagur, nú vit aftur eru farin til røturnar – ídnaðar- og mentanar universitetsbýin Esbjerg. Hann vísti á, at Smyril Line í fimm ár frá 1993 til 1998 rak rutusigling millum Havnina og Esbjerg í samstarvi við DFDS.

 

Petur Holm legði dent á, at Norrøna fer framhaldandi at sigla uppá Hanstholm í juni, juli og august, men hinar mánaðirnar fer fyritøkan at leggja alla orku í at marknaðarføra rutuna til og frá Esbjerg. Hetta fer at geva eitt nú føroyingum og íslendingum eitt einastandandi gott høvi at røkka flestu stóru býirnar í Danmark innan fyri rímuliga tíð. Hann nevndi, at Smyril Line nú fer at leggja stóran dent á at marknaðarføra rutuna í Norðuratlantshavi fyri at fáa fleiri útlendingar við skipinum. Umframt Danmark, sum er ein tann týdningarmesti marknaðurin, so fer Smyril Line eisini at leggja enn meira orku í at menna marknaðarføringina á týska marknaðinum og í Beneluxlondunum. Her liggja stórir ótroyttir møguleikar. Petur Holm vísti í røðu síni á, at fyritøkan hugsar bæði um ferðafólk og um farm. Í hesum sambandi er Norrøna eitt sera gott og einastandandi skip.

 

-Tað er einki loyndarmál, at Smyril Line hevur siglt í tungum sjógvi seinastu árini. Við at velja Esbjerg sum havn setir felagið hol á eina nýggja og spennandi tíð. Petur Holm rósti starvsfólkum og manning og bar eina serstaka heilsu til Smyril Blue Water, sum stendur fyri farmaflutinginum, her ikki minst stjóran Kurt Skov. Ùtflutningurin av fiski úr Føroyum og Íslandi er nú komin í eina so trygga legu, at fiskur veiddur við íslendsku strendurnar mikudag og feskur laksur slaktaður hósdag seinnapart í Føroyum kann vera á fiskamarknaðunum í Bretlandi umvegis Esbjerg mánamorgun og í Europa long sunnudag. Petur Holm takkaði eisini løgtinginum og ikki minst Johan Dahl, vinnumálaráðharra, sum hava gjørt sítt til, at tað ber til at halda hesa vígsluna í Esbjerg. Eisini rósti hann nýggja nevndarformanninum Klaus Kjærulff fyri sín leiklut í at menna fyritøkuna.

 

Lesið meira um vígsluna í Sosialinum í komandi viku og lurtið eisini eftir Vinnurásini á Rás2 týsdagin. . Eisini verða livandi myndir at síggja undir Kykmyndir á Portalinum í komandi viku.