Í november kom nótaskipið “Ruth”, ið er heimahoyrandi í Hirtshals, aftur eftir túr, við størstu last av makreli, ið er landað í Danmark – 2500 tons.
Nú eru teir aftur komnir inn við eina metstórari last, hesaferð av sild. «Ruth», ið føroyingurin Gulak Madsen í Hirtshals er reiðari á, kom inn við eini last á 2500 tons av sild, ið partvíst bleiv landað í Hirtshals og partvíst í Týsklandi.
Fiskerforum.dk sigur, at við núverandi prísum kann lastin væntandi seljast fyri umleið 14 milliónir.
«Ruth» er spildurnýtt skip, latið reiðarínum í fjør. Undanfarna «Ruth» bleiv keypt til Føroya av Hanusi Hansen og eitur í adg «Norðingur».