- Hatta er ein feilur!
Ruth Vang, forkvinna í fíggjarnevndini hjá løgtinginum, sigur, at tað er ein feilur, tá ið tað stendur í álitinnum hjá Fíggjarnevndini til fíggjarlógina fyri næsta ár, at samdøgursfrádrátturin til føroyskar sjómenn við norðurlendskum skipum, skal avtakast.
- Hann skal IKKI avtakast, staðfestir hon.
Men hon skilir ikki rættiliga, hvussu tað er komið at standa í álitið, at samdøgursfrádrátturin skal avtakast.
Men tað er altso ein feilur sum er hendur í ruðuleikanum, tá ið roynt var at fáa fíggjarlógina at stemma, samstundis sum stór óvissa tók seg upp um umstríddu uppboðssøluna.
Les eisini: Mæla aftur til av avtaka frádrátt til sjómenn
Men hon vísir á, at fíggjarlógin er rættað, soleiðis at tey hava ikki roknað við, at samdøgursfrádrátturin skal takast av.
- Ein annar møguleiki, er at vit eru komin at skriva undir eina gamla útgávu av álitinum í øllum hurlivasanum, sigur hon.
Hon sigur, at hon fer nú at kanna, hvussu mistakið er íkomið, og um fleiri mistøk kanska eru hend í øllum rokanum.
Føroyskir sjómenn við norðurlendskum skipum, hava rætt til at draga 300 krónur av inntøkuni um dagin, áðrenn skatturin verður roknaður, og herfyri legði Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, uppskot fyri Løgtingið um at avtaka hendan samdøgursfrádráttin.
Men mótstøðan ímóti tí var so hørð, at hon tók málið aftur. Í hesum sambandi mælti ein samd fíggjarnevnd frá, at tað varð samtykt, tí tað er ein spurningur, sum skal takast upp í samband við eina skattanýskipan, hendan samgongan hevur sett sær fyri at fremja. Og tí tók Kristina Háfoss uppskotið aftur.