Hóast uppstillingin hjá Framsókn ikki er liðug enn, so er greitt, at løgtingskvinnan hjá flokkinum í Havn, Ruth Vang, verður millum valevnini.
Ruth Vang stillaði eisini upp á valinum seinast. Tá var flokkurin akkurát ov stuttur. Men Ruth Vang fekk felstar atkvøður. Hon fekk 118 av teimum 649 atkøvðunum, sum flokkurin fekk.
Hóast hon ikki fæst at vátta tíðindini um, at hon stillar upp, so veit in.fo fyri vist, at hon verður á listanum. Og hon vætnar, at tað fer at eydnast flokkinum hesaferð at fáa umboð valt í býráðið.
– Tað var so nógv órógv um flokkinum heint undan býráðsvalinum í 2012, og tað haldi eg skaddi flokkin, sum tí ikki fekk ta undirtøku, hann kundi fingið, sigur Ruth Vang.
Tað var stutt undan býráðsvalinum í 2012, at Janus Rein fór úr Framsókn. Tað var ætlanin, at hann skuldi stilla upp fyri flokkinum. Og um so var, so hevði tað uttan iva eydnast.