Rutinan sigraði

2. deild: GÍ fekk fyrstu stigini í ár, tá teir vunnu heimadystin á B36

GÍ-B36 2-1 (1-1)


Vónirnar hjá B36 um stig í Gøtu mundu vera hampuliga góðar, eftir sannførandi avrikið móti KÍ fyri viku síðani. Spælið tað ferðina bendi í øllum førum ikki á, at liðið ætlar sær niður aftur í triðju deild fyribils, og tá gøtumenn samstundis ikki tykjast hava nakra stóra breidd í sínum leikarahópi mundu havnarmenninir vera favorittar, tá teir leygardagin skuldu á vøllin í Gøtu.


Byrjaðu bragdliga

B36 liðið er fyri tað mesta mannað við ungum og evnaríkum leikarum, og hesir fóru við fullum huga til verka móti GÍ, sum ikki hevði eitt heilt so ungt lið til dystin.

At byrja við var eisini líkt til, at kviku unglingarnir hjá B36 vóru ein ov stóru biti fyri gøtumenninar, og teir leiktu seg eisini fram til góðar møguleikar.

Mál fingu teir tó bert eitt, tá Rógvi Róin varð leiktur púra leysur, og einsamallur við málverjanum kundi skjóta bóltin í málið. Frammanundan hesum hevði Rógvi annars havt ein risa møguleika, men í evstu løtu fekk verjuleikari hjá GÍ vart fyri.

Hóast ringu byrjanina, so mistu GÍ leikararnir á ongan hátt mótið. Liðið telur fleiri royndar leikarar, og við hesum á odda royndu gøtumenninir nú at stríða seg innaftur í dystin. Tað eydnaðist teimum eisini at javna, tá skjóti Heini Heinason varð leiktur leysur í høgra borði. Hann gjørdi skjótt av og langaði bóltin framvið B36 málverjanum, soleiðis at tað aftur stóð á jøvnum, tá farið varð til hálvleiks.


Aftur Heini

Í seinna hálvleiki gekk rættuliga javnt á, og bæði liðini royndu at fáa sær málið, sum kundi koppað dystinum til egnan fyrimun. Líkt var tó ikki til, at nøkur avgerð skuldi fella, men móti endanum av dystinum var heini aftur á rætta staðnum.

Janus Rasmussen royndi seg við skotið útifrá, sm Pól Næs Joensen hálvbjargaði. Bólturin støkk út aftur í spæl, og eftir at málverjin í tveimum atløgum fekk vart fyri, megnaði Heini at enda at seta seinasta fót á, soleiðis at gøtumenn nú vóru á odda.

Gøtumenn megnaðu eisini at halda skansan, tað sum eftir var av hálvleikinum, og sostatt ognaðu teir sær fyrstu stigini á árinum.


Skula halda fast

Fyri bæði liðini er aðalmálið helst at teljast millum átta tey ovastu liðini, tá avtornar, og hetta man helst eisini fara at eydnast teimum.

GÍ liðið telur fleiri leikarar við drúgvum royndum frá fyrstudeildarfótbólti, og hetta átti at borgað fyri nóg stórum støðufesti til varveitslu av sessinum,

B36 liðið hevur ikki somu royndirnar, men hinvegin eru evnini og orkan somikið góð, at talan helst skuldi blivið til fleiri stig, soleiðis at eisini teir kunnu halda sessin í deildini.


GÍ-B36 2-1 (1-1)


0-1 Rógvi Róin

1-1 Heini Heinason

2-1 Heini Heinason