Øðrvísi guðstænasta i Vági

Sunnudagin 30. september verður Vágs Kirkja karmur um familjuguðstænastu kl. 11.00

 

Guðstænastan verður øðrvísi á tann hátt, at eitt barnakór kemur at syngja, umframt at sungnir verða fleiri kendir sunnudagsskúlasangir.

 

 

Millum sangir og barnakór, verður ein andakt hildin, ið hóskar væl til børn.

 

 

Eftir guðstænastuna verður boðið til døgurða við skrúvum og kjøtsós.

 

 

Øll eru hjartaliga vælkomin til hesa familjuguðstænastuna í Vágs Kirkju sunnudagin kl 11.00, boðar kirkjuráðið frá.