Øðrvísi háttur at stuðla svimjihyli

Vágur: Seinastu dagarnar hava omanfyri 50 fólk teknað seg fyri einum serstøkum láni, nevnt PÁL-LÁN.

Hetta lánið er knýtt at byggingini av einum 50 metrar svimjihylinum í Vági, har ein við at taka eitt lán í Suðuroyar Sparikassa til frama fyri hesi verkætlanini.

Sambært hesum kann ein við at taka eitt lán uppá 9.600 krónur lata 9.000 krónur beinleiðis til ætlaða svimjihylin, hvørs økið nú er gjørt byggibúgvið.

Sagt verður, at tey, sum fáa sær PÁL-LÁN fáa eitt árskort til húskið, sum so kann brúka allar hentleikarnar í svimjihøllini ókeypis í fýra ár.