Øðrvísi netkirkja

USA: Við SpongeBob á odda kemur ein øðrvísi heimasíða við teirra boði uppá eina netkirkju.

Við spurninginum "Ynskir tú eina kirkju, sum ikki ynskir tínar pengar, men bert ynskir at tú ert glaður?" verður hesin møguleikin lýstur hjá First Reformed Church of SpongeBob. Henda netkirkjan er bygd á væl umtókta tøknirøðina SpongeBob. Á heimasíðuni verður ein boðin vælkomin til ein kirkjuheim undir vatni, har Bob (myndin) altso vísir vegin til eitt eydnuríkt lív.