Ørvur er stoltleikin hjá HR

8-mannafør: Tað var ikki fyrrenn í sjálvum endaspurtinum, at tað gjørdist púra greitt, at argjamenn ikki megnaðu at gera nakað við grannarnar í Álakeri

Mest spennandi kappingin av øllum í Hósvík var tann millum áttamannaførini. Ørvur, sum hevði vunnið á norðoyastevnu, lá mitt í feltinum, hann leyp avstað, tá startskotið gelti, og hann megnaði at halda seg fremstan allan róðrarteinin, og tá teir komu inn móti málinum, høvdu havnarmenninir orku til at taka tjúgu kraftarmikil tøk í endasputinum, og tað var ikki fyrrenn tá, at tað loysnaði aftur til næstu bátarnar.

? Hetta var ein nógv strævnari kapping enn tann á norðoyastevnu. Ta ferðina var vindurin undan, og hesa ferðina var hann ímóti. Ta ferðina lógu bátarnir, sum vit kappaðust við langt frá okkum, og hesa ferð lógu teir undir liðini á okkum.

Hetta sigur Magni Brøðraberg. Hóast hann ikki er serliga gamal, so er hevur hann drúgvar royndir í kappróðri. Men hetta er fyrsta árið, at hann rør. Í fjør og í fyrraárið var hann róðursmaður á Havnarbátinum, og árini frammanundan stýrdi hann Gongurólvi, sum vann FM í 1996.

Allir, sum eru umborð á Ørvi, hava royndir í kappróðri. Teir hava róð við Gongurólvi, Havnarbátinum og Knørri, og teir gera nógv við venjingina. Undan kappingarbyrjan vandu teir fimm ferðir um vikuna og runnu tvær ferðir fýra kilometrar. Nú er kappróður á skránni hvørt vikuskifti, og nú venja teir fýra ferðir um vikuna, og so renna teir eina ferð fýra kilometrar.


Hóttanirnar

Umborð á Ørvi, sum umborð á øllum hinum bátunum, sum hava vunnið bæði í Klaksvík og í Hósvík, er málið at vinna hvørja ferð. Magni Brøðrarberg heldur, at teir hava møguleika fyri at røkka málinum, men hann ásannar samstundis, at kappingin verður hørð:

? Vit kendu hóttanina frá Argjabátinum til tað bara restaðu einir hálvt hundrað metrar, og eg rokni við, at bæði Víkarbáturin og Miðvingurin fara at vera drúgvir komandi róðrarnar, er boðið hjá formanninum á Ørvi.

Vestmenningar manna Gullbrand, men tíðin leygardagin bendi ikki á, at teir fara at gera tær stóru skreytirnar í ár. Kvívíkingur hevur onkuntíð havt betri dagar, enn hann hevði leygardagin, tá hann endaði nógv aftastur, men tað kann væl fara at vísa seg, at tað seinni í summar fer at hilnast betur hjá sigursvanda bátinum. Tað eru menn, sum hava drúgvar royndir í kappróðri og sum búgva í høvuðsstaðnum, sum hava mannað Kvívíking. Áðrenn teir fóru til Hósvíkar, høvdu teir bara vant nakrar heilt fáar ferðir, og so fáa vit at síggja, hvussu tað fer at roynast, tá teir koma í betri venjing.


Kappast innanhýsis

Í Havnar Róðrarfelag er móttøka aftaná allar kappróðrarnar. Sjálvandi er lagið best, tá tað hevur skorist væl hjá fleiri bátum. Higartil í ár hevur tað verið eitt sindur soltið við sigrum, um vit sammeta við nógv av undanfarnu árunum. Havnarbáturin hevur altíð verið so at siga verið mettur sum høvuðsbáturin í felagnum, men teir umborð á Ørvi halda seg avgjørt kenna, at áhugin fyri teimum er stórur.

? Hóast vit og Argjabáturin venja í sama øki, so rógva vit ongantíð móti hvørjum øðrum. Vit plaga at dystast við Havnarbátin undir venjing, og tað hevur í hvussu so er víst seg at vera mennandi fyri okkum, sigur formaðurin umborð á Ørvi.

Leygarkvøldið sóu teir og allir hinir rógvararnir í Havnar Róðrarfelag saman við nevndarlimunum upptøku av róðrinum í Hósvík. Manningarnar vóru stak væl nøgdar við karmarnar um róðrarnar.

? Róðrarøkið var sera væl merkt, og bæði startdómararnir og høvuðsdómararnir gjørdu eitt gott arbeiði, er skoðsmálið, sum teir í HR geva fyrireikarunum. Í hesi vikuni brúka teir umborð á Ørvi tríggjar tímar hvønn dag at fyrireika seg til jóansøkuróðurin, og einki er at ivast í, at hinir bátarnir í HR fegnir vilja fylgja í kjalarvørrinum á einasta bátinum hjá HR, sum higartil í ár hevur vunnið í FM kappingini.