Ryanair háðar SAS

Stjórin í írska flogfelagnum Ryanair, Michael O'Leary, heldur lítið um skandinaviska flogfelagið SAS. Á einum tíðindafundi í Keypmannahavn í gjáe segði hann, at um fimm ár verða bara fýra stór flogfeløg eftir í Evropa. Tað verða British Airways, Air France, Lufthansa og Ryanair. Sambært O'Leary fer týska Lufthansa at keypa SAS. Írska felagið fer at byrja 13 nýggjar rutur úr Danmark og Svøríki, og felagið stúrir ikki fyri kapping frá SAS, sigur stjórin.