Írska lágprísflogfelagið Ryanair hevur stórar ætlanir á norðurlendska marknaðinum. Felagið umhugsar í løtuni at keypa 300 nýggj flogfør, og 50 teirra skulu flúgva í Norðurlondum frá 2015. Sum er flýgur Ryanair til 14 pláss í Norðurlondum.
Umframt Norðurlond ætlar Ryanair at leggja seg eftir at sleppa inn á marknaðirnar í Baltalondunum, Póllandi, Ungarn og Kekkia.
Ryanair flutti meiri enn 72 milliónir ferðafólk á sínum umleið 1.300 rutum í fjør, og felagið var sostatt tað næststørsta í Evropa aftan fyri Lufthansa-samtakið. Leiðslan í írska felagnum hevur nú sett sær sum mál, at tær nýggju útbyggingarnar skulu fáa ferðafólkatalið upp um 120 milliónir innan fyri tey næstu tíggju árini.