Rýmdi frá ferðsluóhappi

Tveir bilførarir eru tiknir fyri rúsdrekkakoyring í nátt

Í nátt hevur løgreglan tikið tveir bilførarar og hevur skuldsett teir fyri rúsdrekkakoyring.

 

Tann fyrri varð tikin í Havn. Mitt í nátt kom hann koyrandi eftir J. Paturssonargøtu, har hann rendi á ein annan bil.

 

Onki mannskaði hendi, men bilførarin, sum rendi á, tók til rýmingar.

 

Løgreglan fann hann kortini aftur nakað aftan á og tá tók illgruni seg upp um, at hann hevði drukkið í meiri lagi til at koyra bil.

 

Hann er nu skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring og fyri at rýma frá einum ferðsluóhappi.

 

Tíðliga í morgun varð løgreglan eisini boðsend til eitt ferðslióhapp Ímillum Fjarða.

 

Ein bilur hevði koyrt útav. Heldur ikki her var nakar mansskaði.  Men tá ið løgreglan kom á staðið, fingu tey illgruna um, at bilførarin var drukkin og eisini hann er nú skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.

 

Tað nyttar ikki hjá bilførarunum at siga, at teir hava drukkið aftan á óhappið, tí ein bilførari kann skuldsetast fyri rúsdrekkakoyring í upp til seks tímar eftir eitt óhapp ella vanlukku.

 

Tað merkir, at drekkur ein bilførari innanfyri seks tímar eftir eitt óhapp ella eina vanlukku, verður hann feldur fyri rúsdrekkakoyring, akkurát sum um hann varð tikin fullur aftanfyri rattið.

 

Hetta er ein lógargrein, sum javnan verður brúkt, tá ið bilførarar ikki geva seg til kennar, eftir eitt ferðsluóhapp, ella eru rýmdir av staðnum eftir eitt ferðsluóhapp.  Tí verða teir tiknir innanfyri seks tímar, og royndin vísir, at teir eru ávirkaðir, telur tað tað sama sum um teir vóru druknir, tá ið teir koyrdu.