Í dag, hósdagin hin 7. juli frá klokkan 13.15 til 13.45, verður hugnaløta á havnalagnum á Toftum í samband við, at Team Rynkeby Føroyar vitja á Toftum.
Hervør á Torkilsheyggi fer saman við bólki at syngja, og Nes kommuna fer at handa Team Rynkeby Føroyar stuðul.
- Kommunan bjóðar okkurt gott til høvið, og vit vóna, at borgarar í øllum aldri møta fjølmentir til hugnaløtuna. Øll eru vælkomin.
Tað er heilsanin hjá Nes kommunu í dag, sum eisini stuðlar góða endamálinum, sum Team Rynkeby Føroyar-tiltakið er.