S & K-felagið:

30 ára stovningardag við móttøku

Fríggjadagin 17. oktober helt S & K-felagið sín 30 ára stovningardag, og vildi felagið gjarna hátíðarhalda henda dag við eini móttøku í nýumvældu húsum felagsins á Traðarvegi 20 í Havn.
Felagið fyri skrivstovu og krambúðarfólk, S & K, bleiv stovnað 18. oktober 1973. Áðrenn tað høvdu fólk sum arbeiddu á skrivstovu og í handli ikki havt nakað fakfelag. Tey fyrstu í nevdini vóru: Jákup Lamhauge, formaður, Anna M. Christiansen, Sunnvá Zachariasen, Hans Petur Joensen og Gunleif Johansen.
S & K-felagið bleiv væl móttikið, og skjótt hevði felagið yvir 200 limir. Limatalið hevur verið eitt sindur skiftandi upp gjøgnum árini, men seinastu árini hevur felagið tó haft ein støðugan vøkstur, soleiðis at limatalið í dag liggum millum 700 - 800 limir.
Arbeiðið hjá nevdini hesi seinastu árini, hevur alla tíðina verið at styrkja og menna felagið, við m.a eini eftirlønarskipan og einari lívstryggingarskipan sum arbeiðsgevarnir gjalda fyri.
Nevndin í S & K felagnum fer framhaldandi at arbeiða fyri at betra um sáttmálaviðurskiftini og arbeiðskor limanna.
Til móttøkuna fríggjadagin komu, umframt limir felagsins, fólk frá ymiskum fakfeløgum, arbeiðsgevarar og umboð fyri fyritøkur sum hava limir í S & K.
Ein av fyrstu nevndarlimunum, Gunleif Johansen, møtti eisini hendan dagin.
Tey, sum í dag manna nevndina eru:
Pætur Niclasen, formaður, Jan Nielsen, næstformaður, Emy Niclasen, Sunrid Johannesen og Eyðgerð Jonhardsdóttir