Eli Smith, listamaður
Tað var eitt heimligt upplivilsi at koma til botnin av Biskajavíkini og síggja Atlantshavið aftur. Hettar var Norðurspania, og eg koyrdi við mínum góða Mercedes bili, sum hevur tænt mær væl, men eg vil ikki siga, at bilurin hevði vunnið í nakrari kappkoyring. Tað er eingin lygn, at eg yvirhálaði bert 3 bilar allan vegin niður hagar.
Men fram kemur hann í hóvliga fer, ella sum Ólavur svágur skemtiligani tók til »Fram kemur hann við hálvari ferð«.
Koyrdi nú vesturyvir gjøgnum Baskaralandið framvið San Sebastian, býnum vit ofta hoyra um, tá tað er okkurt við E.T.A., tí harðrenda loysingarfelagskapinum, sum, tíbetur nú fyri kortum, bjóðaði sær at leggja vápnini. Meðan eg koyri nærkist eg so líðandi teimum »Atlantisku Pyræneunum«
ikki teimum Pyræneunum, sum liggja millum Frakland og Spaniu.
Fjøllini gerast hægri, og eg verði so hugtikin, at eg tíðum havi myndatólið frammi fyri at avmynda bæði strendur og fjøll.
Hendan fjallarøðin, eg koyri framvið, eitur í veruleikanum »Tey Cantabrisku fjøllini«, og gongur vesturyvir frá landspartinum Cantabrien og inn í landspartin Austurien. Spania er eitt av teimum størstu og mest fjallaríku londum í Evropu.
Tað eru aðrar fjallarøðir í Spaniu, vit kunnu nevna, umframt Pyrenæurnar: Tann Iberiska fjallarøðin, León fjøllini og tann Andalusiska fjallarøðin, sum sum gongur eysturyvir har suðuri og fer niður í Miðalhavið, kemur so uppaftur har (Balaerne?Fo) eru.
Ein kann róligt siga, at Spania er eitt háland, tá 90% av víddini liggur oman fyri 200 metrar. Og fyri at tosa um veðurlagið, so hava teir norðaru partarnir móti Atlantshavinum í meðal meir enn 200 regndagar árliga, sum líkist ikki sørt tí føroyska.
Á teimum sunnaru leiðunum er turrari, og sólin er frammi sjey tímar dagliga, meðan har norðuri sær sólin 4,6 tímar. Høvðusstaðurin: Madrid, landsins hjarta, sum liggur inni á háslættanum, har háslættin telur 40% av landinum, hevur tað harðførasta veðurlagið, kaldan vetur og bakandi heitt summar, ofta fara hitastigini uppum tey 40.
Á teimum sunnaru leiðunum í Andalusia finna vit tað Spania, sum øll kenna frá ferðabløðunum, við sól og summari. Áðrenn eg koyrdi framvið Bilbao, varnaðist eg eitt skelti, sum vísti vegin til Gernike ella Guernica, minnir meg á kanska heimskendasta málningin hjá Picasso, men tað koma vit aftur til. Móti kvøldi kom eg vestur til strandabýin Santander, sum er landspartahøvðustaður í Cantabrien.
Í Santander búgva 170.000 fólk, ein kendur feriubýur við góðum sólstrondum. Hettar var so tann fyrsti býurin í Spaniu, eg kom til. Oftani er tað tað fyrsta inntrykkið, ein minnist best. Hettar var leygarkvøldið 25 mars. Koyrdi runt í býnum fyri at finna mær eitt kampingpláss. Tað fyrsta, eg legði merki til, var at síggja alt fólkið, sum var farið í býin at spáka, og har vóru ikki bara ungfólk, nei her fylgdust ommur, abbar, foreldur og børn. Stuttligt var at síggja samanhaldið, og hvussu tey hugnaðu sær við at ganga túr á prominaduni. Tað minti ikki sørt um okkara ólavsøku, men hetta var hvørt vikuskifti, tá veðrið var til vildar. Spaniólar eru eitt sera sosialt fólkaslag, tey søkja inn í býirnar og vilja búgva tætt saman. Ofta búgva trý ættarlið undir einum taki, og tað ger, at tey hava meiri gleði av hvørjum øðrum. Ein segði við meg at »jú meira vit eru saman, jú meira sympati«, og tað haldi eg við.
Í Spania eru fæstir hjúnarskilnaðir í Evropa, so tað kann verða ein orsøk, at familiurnar halda meira saman. Eitt legði eg merki til, og tað var, hvussu væl skipað alt var, bæði vegir og hús og hvussu snotiligt alt var. Norðurspania er ríkari enn restin av landinum, og skyldast hetta millum annað, at tann størsti ídnaðurin liggur her norðuri.
Spania hevur havt eina ógvusliga framgongd, síðani demokratiðið við Juan Carlos á odda, aftur varð sett á stovn eftir eina lemjandi tíð undir einaveldinum hjá General Franko.
Teir 17 landspartarnir, sum eisini í forðum hava verið sjálvstøðug kongaríki, fingu eitt slags sjálvstýri aftur. Onkur ber ótta fyri, at landspartarnir hava fingið í so nógv vald, og at stjórnin í Madrid hevur mist sína ávirkan. Spania hevur eisini notið gott av at vera farið inn í felagsmarknaðin, sum hevur stuðla landinum ómetaligt, og handilin við útlandið er bara vaksin.
Umsíðir fann eg eitt tjaldingarstað, men slapp ikki inn. Setti síðani bilin uftanfyri og fór inn á eina cafeteria at veksla. Tað var ein stuttlig uppliving at trína inn hagar, ja hønurnar á Velbastað høvdu onki formátt sær ímóti fólkunum inni her. Tað mundu vera eini hundrað fólk inni og øll róptu í holið á hvørjum øðrum, so tit kunnu ætla, at har var ein gangur. Eg stóð bert stillur og eygleiddi og lurtaði eftir hesum gangi. Tað, at hølið var úr hørðum tilfari, gjørdi ikki støðuna betri.
Sunnudagin fór eg til ein lítlan, søguligan bý nakrar kilometrar í ein útsynning, sum eitur Santillana, orsøkin til, at eg fór hagar, var, at 2 km vestanfyri eru tær tiltiknu Altamiraholurnar ella, sum tær eita á sponskum »CUEVAS de Altamira«. Inntil ár 2001 var hetta størsta arkeologiska attraktión í Spania, men nú kunnu ferðafólk ikki koma inn í tær veruligu holurnar, tí vandin fyri at tað, ið menniskju anda út, kann forkoma teimum víðakendu holumálningunum. Fyri at koma hesum til lívs, eru eftirgjørdar holur gjørdar 200 metrar frá teimum veruligu. Tær eru so meinlíkar og vælgjørdar, at eg, eftir at hava sæð tær, fór avstað aftur uttan at føla meg snýttan fyri ikki at hava sæð tær veruligu holurnar. Her hava tey niður í minsta smálut, endurskapt bisonmálningarnar og onnur av teimum veruligu listarverkunum, sum steinaldarmenniskuni gjørdu. Ein kundi eisini síggja eitt hologramshow, har man fekk eina livandi mynd av lívinum í holuni, hvar menn, kvinnur og børn vóru samlað um eldstaðin og har veiðuamboð, príðislutir og annað var sýnt fram. Tað var bergtakandi at síggja loftið prýtt serliga við Bisonoksum, hestum, reinsdjórum og villsvínum. Tey dugdu eisini sera væl gagnnýta tað skulpturella og mála oksarnar á støð, har teir sóu mest bulmiklir út. Málingin, teir nýttu, var m.a. tað svarta úr koli, tað reyða úr okker og tað hvíta av flintsteinum. Hetta varð bæði teknað, smurt uppá við hondunum og eisini blást uppá. Teir nýttu ein teknik, sum vit í dag kalla fyri airbruch teknikk og amboðiðini vóru fuglabein, sum tey nýttu til rør. Hesir 15.000 ára gomlu málningar blivu funnnir í 1879 av einum staðkendum vísindamanni, sum var á útferð við dóttur síni.
Spanski listamálarin, Pablo Picasso, var sera hugtikin av holomálningunum og tók soleiðis til »at síðani Altamira holumálningarnar var listin bara gingin aftur«.
Var í Santillana í eina viku á einum kampingplássi, og fór síðani longur vestureftir móti Picus De Europa.