SÍ basti Fleyr

Síðsta kappingarár gekk einki serligt hjá monnunum í Sørvági, men í ár hava teir fingið eina sera góða byrjan við sigri á Fleyr í fyrsta umfari

SÍ-Fleyr 3-1 (25-19, 26-24, 22-25, 25-19)


Tey bæði liðini, sum endaðu ávikavist aftast og næstaftast síðsta kappingarár í meistaradeildini hjá monnum, hittust í fyrsta dystinum í nýggja kappingarárinum, tá SÍ tók ímóti Fleyr.

Og SÍ, sum endaði aftast síðsta kappingarár, fekk eina góða byrjan upp á nýggja kappingarárið. Ikki tí, munurin á liðunum var ikki tann heilt stóri, men tað var tó SÍ sum gjøgnumgangadi hevði munin.

Í fyrsta setti gekk javnt á millum liðini. Tað var tó SÍ, sum alla tíðina hevði munin, og hetta gjørdi heimaliðið sær eisini dælt av. Móti endanum fóru teir frá Fleyr, og so vunnu teir fyrsta sett 25-19.

Í 2. setti var Fleyr tó nógv betri við. Nú fylgdust liðini allan vegin, móti endanum var tað enn einaferð SÍ, sum var kaldari. Teir vunnu 26-24, og tí lá ein sigur nú á gáttini.

Í 3. setti svaraði Fleyr aftur við einum 25-22 sigri, me at enda gjørdist tað tó SÍ, sum vann. Teir vunnu nevniliga enn einaferð 25-19 í 4. setti, og við sigrinum hava teir nú fingið eina góða byrjan upp á nýggja kappingarárið.