SÍ basti TB

SÍ megnaði at halda fast í oddinum, tá tær vunnu ein tepran 3-2 sigur á TB í Sørvági sunnudagin. Tær vóru aftanfyri 2-0 í settum, men megnaðu at venda dystinum síðstu settini.

FLOGBÓLTUR

Bæði SÍ og TB vóru í dysti leygardagin, tá TB vann tryggan sigur á KÍF, meðan SÍ tapti 3-2 á Drátti, eftir at hava ført 2-0. So dystirnir høvdu verið sera ymiskir hjá hesum báðum liðunum leygardagin. Eitt høvdu liðini tó til felags, og tað var, at bæði máttu vinna dystin, um tey vildu halda fast í oddinum í meistaradeildini hjá kvinnum.

TB byrjaði betur
TB var eisini liðið, sum fekk betru byrjanina henda dagin. Í fyrsta setti vóru tær heldur betri enn sørvingarnir, og tær vunnu eisini hetta settið 21-25. Í øðrum setti var gongdin á leið tann sama. Her var SÍ tó enn betri við, men at enda kláraðu kvinnurnar av Tvøroyri at vinna 23-25. Nú stóð ikki so væl til hjá SÍ, og tær máttu vinna restina av settunum, um tær skuldu vinna dystin.

Vend kom í
Hetta ljóðaði ikki sum nøkur løtt uppgáva, eftir at hava tapt tvey tey fyrstu settini, men kvinnurnar úr Sørvági gjørdu í øllum førum eina roynd. Triðja sett gjørdist sera spennandi, men hesaferð gjørdist SÍ drúgvara liðið. Tær vunnu settið 25-23, so nú var dysturin knappliga opin aftur. Fjórða settið megnaði SÍ eisini at vinna 25-18, so nú skuldi javnbrótari til fyri at finna ein vinnara, og væl sást, at SÍ hevði funnið stevið. Tær megnaðu nevniliga eisini at vinna javnbrótaran 15-12, og sosatt megnaðu tær at venda einum hóttandi tapi til ein sera týdningarmiklan sigur.