SÍ brynjar seg til komandi ár

Sørvingar hava á heimasíðu sínari boðað frá, at teir hava styrkt um fótbóltsliðið til komandi ár við tveimum spælarum úr FS Vágum. Talan er um Jack Johansen og Kim Poulsen, sum altso fara til Sørvágs at spæla bólt nú. Jack hevur fyri tað mesta spælt í verjupartinum, meðan Kim hevur gjørt um seg í álopinum hjá FSV. Felagið leggur afturat, at talan helst eisini verður um annan styrk, men at tað enn er ov tíðliga at avdúka, hvønn ella hvørjar spælarar talan er um.