Eitt framúr gott kappingarár hjá mansliðnum hjá SÍ er komið at enda. At vinna bæði steypakapping og meistaraheitið, ella greipuna, sum tað eisini verður rópt, er ikki so galið, og tá ið tað verður gjørt sama ár, sum felagið hátíðarheldur sín 100 ára føðingardag, so kann ikki sigast annað, enn at væl var ?timað?.
Ósigraðir síðani oktobur
Sørvingar hava verið í einum flokki fyri seg í ár, og tað sigur ikki so lítið, at SÍ ikki hevur tapt ein einasta dyst síðani oktobur mánað í fjør. Liðið hevur sópað alla mótstøðu av vøllinum, og tað er longu langt síðani, at avgerðin um meistaraheitið fall.
Leygardagin vóru sørvingar í Klaksvík og spældu síðsta dystin á árinum, og tað var kanska eisini hóskandi, at tað júst vóru meistararnir frá í fjør og mótstøðumenninir í steypafinaluni, sum stóðu hinumegin netið, tá ið SÍ leikti síðsta dystin á árinum.
Mótstøðan leygardagin var eisini harðari, enn hon hevur verið í mongum av teimum seinastu dystunum hjá SÍ. Klaksvíkingar vunnu fyrsta settið rættuliga greitt 25-17, og tað var sum um, at teir góvu sørvingum ein hvøkk.
Men SÍ reisti seg, og teir vunnu næsta settið 25-17. Í triðja settinum vóru meistararnir eisini við yvirlutan, og teir vunnu settið 25-18. Tískil kundi SÍ tryggja sær sigurin við at vinna fjórða settið, og tað gjørdu sørvingar eisini. Men tað var lættari sagt enn gjørt, tí Mjølnir beit væl frá sær, og settið var rættuliga javnt. Men SÍ hevði munin og vann settið 25-22 og harvið dystin 3-1.
Fleyr røkkur ikki silvurinum
Hin dysturin, sum var leiktur í meistaradeildini hjá monnum um vikuskiftið, var á Kambsdali, har ÍF hevði vitjan av Fleyr. Havnarliðið hevði undan dystinum framvegis møguleikan at tryggja sær silvurheiðursmerkir, men tað kravdi, at teir vunnu dystin móti fuglfirðingum.
Men ÍF vildi tað øðrvísi, tí teir gjørdu bart og vunnu dystin greitt 3-0. Harvið misti Fleyr møguleikan at fáa fatur aftur á Mjølnir, sum liggur á silvurplássinum, og havnarmenninir noyðast tí at taka til takkar við bronsuni í ár.