SÍ eru Greipuvinnarar 2008

Um vikuskiftið var avgerandi dystur spældur í Meistaradeildini hjá monnum. Talan var um gysara, og spenningurin var í hásæti, allan dystin á tamb. Men móti endanum vann heimaliðið, og kunnu teir nú tískil kalla seg steypa og FM-vinnarar 2008

Við sigrinum leygardagin gjørdist tað greitt, at SÍ eru komnir upp á 13 stig í landskappingini, og tað er ov nógv hjá kappingarneytum teirra, ÍF, Mjølnir og Fleyr, at innheinta. Tískil er SÍ kosin Føroyameistari í bestu flogbóltsdeildini hjá monnum.


Hóast tað enn er eitt umfar eftir at spæla, so er longu greitt, at SÍ ikki verða tiknir aftur, og at tað so er upp til ÍF og Mjølnir, at berjast um silvurið. Tað er bert ein dystur eftir, og hann er millum tey júst umtalaðu lið.


Frøðin var almikil

Eftir dystin í dag, var frøðin, sum vera man, sera stór á leikarum, venjara og fjepparum, og mongdin av væluppløgdu fjepparunum tustu inn á vøllin. Tey høvdu tolin og full av spenningi bíðað longi, og frøðin tóktist ongan enda at fáa. Øll hálsfevndust, og onkur mundi óivað hava klump í hálsinum.


Dystargongdin

Fyri aðru ferð í søgu felagsins eru SÍ steypa- og FM-vinnarar. Í einum sonnum braki av einum gysara, og í løtum, sera vælleiktum dysti vann SÍ. Dysturin var sera javnur líka fram til støðuna 12-12 í fimta og avgerandi settinum, ið vanliga verður nevnt javnbrótarin. Tá bragdaði umsíður heimaliðnum at draga frá og avgera settið 15-12, og harvið eisini dystin 3-2.


Larmurin nervaði ikki

Hóast lítlan vøll og nógvan larm frá mongu spentu viðhaldsfólkunum hjá heimaliðnum, lótu teir úr Mjølnir ikki við seg koma. Teir høvdu teirra eygu á spælið, og fáir, fyri ikki at siga ongir feilir vórðu gjørdir.

SÍ løgdu tó betur fyri í fyrsta setti, og serliga var hevarin vælupplagdur. Hóast at síggja til, vælvirkandi spæl, koma mongu óneyðugu servufeilirnar hjá heimaliðnuim, teimum aftur um brekku. Servupressið hjá Mjølni virkar hinvegin til fulnar, og munurin var kanska servufeilir, tí settið fór Mjølnir við 25-22.


Næsta settið er meinlíkt fyrsta. Servufeilirnir hjá SÍ komu ikki uppá pláss, men bati var at hóma hóast tað. Eisini Mjølnir kiksa nakrar servur í hesum settinum, og tískil er heldur javnari leikferð. SÍ eru tó stinnara liðið móti endanum, og vinna settið 25-22, eins og Mjølnir vann tað fyrsta.


Triðja settið fylgjast liðini at allan vegin. Leikferðin er høg hjá báðum liðum, við framúrskarandi móttøku og álopsspæli og einum verjuspæli, har menn kempa fyrimyndarliga, og berjast væl fyri hvørjum bólti. Spæl á sera høgum støði, má man siga. Liðini nærkast teimum tjúgu, og tá byrja persónligir feilir at vinda uppá seg á heimaliðnum, og Mjølnir dregur somikið frá, at teir vinna settið 25-23, hóast ein lítil stígur var í vanda fyri at tapa teimum settið heilt móti endanum.


Í fjórða settið draga Mjølnir frá longu til 13-17. Tá sá torført út hjá heimaliðnum, móti einum sera stinnum Mjølnirliði, av sonnum ein møtimikil uppgáva. Við støðuna 14-18 kemur so spælandi venjarin, Ragnar í Haraldstovu inn í álopið fyri Jón Joensen, og tað er sum um, at blokkurin mennist, og bráddurin verður av tí sama tikin av Mjølnirsálopinum. SÍ gera ikki mætari enn at vinna seks bóltar á rað, og vinna sær tískil eina týdningarmikla leiðslu, eina sera umráðandi løtu í dystinum. Mjølnir misti rætt og slætt stevið, og heimaliðið vann 25-21. Sostatt var greitt, at ein javnbrótari skuldi til, og skuldi SÍ gera sær nakrar vónir um at vinna meistaraheitið, so var uppskriftin greið. Settið skuldi vinnast!


Javnbrótarin kann altíð fara báðar vegir og Mjølnir leggja seg á odda 0-3. Skjótt eru SÍ tó frammanfyri 5-3, bornir á lógvum, av alt meira larmandi viðhaldsfólkunum, ið nú eisini høvdu funnið eina trummu at hamra til. Liðini skiftust til at vinna bóltar, og líka fram til støðuna 12-12. Næstu tríggir bóltarnar vunnu sørvingar, og sigurin, eins og Føroyameistaraheitið kom sostatt til Sørvágs í ár, trý ár eftir at tað var har seinast.