##med2##
SÍ vann seg upp á annað plássið í Meistaradeildini hjá monnum í flogbólti við einum 3-0 sigri á Fleyr vesturi í Sørvági í dag.
SÍ-Fleyr 3-0 (26-24, 25-21 og 25-23)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum trimum settunum.
2) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Hjørtur Joensen hjá SÍ og Róa Hentze hjá Fleyr. Rói heldur, at dagarnir har ein skyldar uppá minni høllina í Sørvági mugu vera taldir, tí teir í Fleyr hava spælt so ofta í Sørvági nú. Hjørtur væntar hóast sigurin í dag eina spennandi kapprenning millum SÍ, ÍF og Fleyr um at fylgja Mjølnir í FM-finalurnar.
Mjølnir er á odda við 11 stigum. SÍ hevur seks stig. ÍF hevur fýra stig, og Fleyr er aftast við trimum stigum.