SÍ flongdi uppflytararnar

Eik-ligan, menn SÍ staðfesti, at TB verður helst við fyri at læra í hesum kappingarárinum

Tvørámenn royndu seg við einum skerdum hópi móti SÍ, sum hevur vunnið greipuna sein­astu tvey árini.
Uppgávan vísti seg skjótt at vera ov stór. Úrslitið var 3-0 til SÍ.
Fyrsta settið var javnt, og liðini fylgdust upp til 15-15. Tá setti sørvingarnir ferðina upp, og TB hótti ongantíð leiðsluna.
Settúrslitini vóru 18-25, 9-25 og 19-25.

Jón stóð seg væl
Jón Nielsen var serliga eyð­sýndur hjá SÍ. Hann stóð seg væl í teimum trimum sett­unum. Í løtunum, hann gjørdi minni um seg, tóku aðrir høvuðs­leik­lutin á teg og sendu bóltin av­gjørdir niður í gólvið hjá mótstøðu­monnunum.
TB flutti upp í bestu deildina í farna kappingarári. Tað merk­ist, at tvørámenninir eru ikki drúgv­ir millum teir bestu. SÍ revs­aði upp­flytararnar fyri teirra mistøk.
Fyrsti dysturin í bestu deildini gav ábendingar um, at TB fremst av øllum skal menna seg í hesum kappingarárinum, hóast úrslitini helst verða misjøvn.
Dysturin millum TB og SÍ var tann einsasti, sum varð spældir í bestu mansdeildini um vikuskiftið.

TB - SÍ 0-3
(18-25, 9-25, 19-25)