SÍ fekk harða mótstøðu, tá tær í gjár vitjaðu hjá Mjølnir. Sørvágskvinnurnar hava annars havt eitt sera gott kappingarár higartil, har tær sum tær einastu hava givið oyggjarfeløgunum á Giljanesi kapping.
Og tað eydnaðist eisini SÍ at vinna dystin í Klaksvík í gjár, men tað var ikki bara sum at siga tað. Mjølnir legði nevnliga bragdliga fyri, og tær tóku sær eisini av fyrsta settinum. Men SÍ helt á at trýsta, og tað gav eisini úrslit. Tey trý næstu settini vórðu øll vunnin, og so kundu gestirnir fegnast, tá tær aftur løgdu leiðina um Leirvíksfjørð.
Í mansdeildini var ein dystur á skránni, tá Mjølnir vitjaði hjá higartil stiga- og settleysa Nøvuni. Heldur ikki hesa ferð eydnaðist tað hjá Sundalagsmonnum at fáa stig burtur úr dystinum, sum endaði við trimum tryggum settum til gestirnar.
-mørk
Úrslit
Meistaradeild kvinnur
Mjølnir-SÍ 1-3 (25-22, 20-25, 15-25, 16-25)
Meistaradeild menn
Nøvan-Mjølnir 0-3 (17-25, 9-25, 14-25)