Søga er samleiki og lærdómur

Hvat skulu vit brúka søgu til í nútíðini, og læra fólk nakað av søguni. Tað spurdu vit søgufrøðingin Hans Andrias Sølvará, sum júst hevur givið nýggja søgubók um Klaksvík út

Klaksvíkingurin Hans Andrias Sølvará hevur seinnu árini skrivað fleiri søgubøkur – millum fleiri politiskar søgubøkur. Í løtuni er hann í holt við eina røð um Klaksvíkar søgu, og í farnu viku kom annað bind í hesari røð út. Eitt bind er eftir, og tað kemur út um tvey ár.

Men hvønn leiklut spælir søgan, og læra vit nakað av søguni. Teir spurningarnar settu vit Hans Andriasi Sølvará.


Læra vit nakað av søguni?

- Onkuntíð sigur mann, at vit skulu læra av søguni, meðan summi halda, at vit einki læra av søguni. Men eg havi hug at venda tí eitt sindur við, soleiðis sum danski søguprofesessarin Erling Bjøl ger. Hann sigur, at spurningurin er ikki, um vit kunnu læra av søguni, trupulleikin er bara, at vit hava einki annað, sum vit kunnu læra av. So vit mugu á onkran hátt fyrihalda okkum til søguna, ella eru vit dømd til at endurtaka feilirnar.

- Men tað er ikki lætt. Vit hava granskarar, sum kanna orsøkir til kríggj, men tað er trupult at gera samanberingar, tí orsøkirnar eru unikar fyri hvørt kríggj.

- Tað eru dømi um, at mann kann læra av søguni. Eitt tað best dokumenteraða dømi er um John F. Kennedy, forseta í USA. Undir Kuba-kreppuni var spenningurin millum USA og Sovjet sera stórur, og vandi var fyri kríggi. Kennedy ivaðist í, um hann skuldi seta hart ímóti hørðum, tá russarar ætlaðu at seta rakettir upp á Kuba, ella um hann skuldi geva russum ein møguleika at bakka út. Kennedy hevði lisið eina bók um fyrsta heimsbardaga, har ein amerikanskur søgufrøðingur pástendur, at orsøkin til kríggið var, at leiðararnir í Europa høvdu ikki álit á hvønn annan og mistonktu hvønn annan fyri at vilja byrja eitt kríggj, og soleiðis byrjaði kríggið.

- Á bandupptøkum í Hvítu Húsunum kann staðfestast, at Kennedy fleiri ferðir refererar til hesa bókina og sigur, at amerikanarar mugu ikki illgita russarar fyri at vilja byrja eitt kríggj, men heldur geva teimum ein útveg. Og tí handlaði hann, sum hann gjørdi. Og loysnin var, at russarar tóku sínar rakettir á Kuba burtur, og USA tóku nakrar av sínum rakettum í Turkalandi niður. Soleiðis fingu russarar møguleikan at bakka út.


Hvat annað hevur søgan at siga fyri okkum í dag?

- Søgan hevur til dømis nakað við okkara samleika at gera. Vit eru ikki fødd inn í nútíðina, har einki er, sum definerar okkum. Søgan definerar okkum og sigur okkum, hvørji vit eru. Um vit til dømis taka týska søgu, so er tað týðandi fyri týskarar at vita, hvat pláss nazisman hevur í teirra søgu, tí hon sigur nakað um, hvørjir týskarar eru. Og kjakið í Týsklandi snýr seg um, hvørt nazisman gongur langt aftur í tíðina, til Bismarck og longur aftur, ella um nazisman er nakað, sum kemur fram í 1930’unum. Tað er sjálvsagt ein sera áhugaverdur søguligur spurningur fyri týskarar, tí hann sigur nakað um teirra samleika.

- Søga er ikki nakað, sum bara er fortíð. Søgan verður jú skrivað og tulkað gjøgnum eyguni á nútíðini. Og tann tíðin, mann livir í, setir nýggjar spurningar til søguna. So nútíðin og søgan eru allatíðina í einum samspæli.


Er tað ikki forbrent, at okkara samleiki er prísgivin til søguna?

- Tað er bara soleiðis. Vit eru partur av einari søgu, sum er nógv størri enn vit. Um vit bara hugsa um málið, sum vit tosa, so er tað ikki nakað, sum vit eru fødd við. Vit tosa føroyskt, tí vit eru fødd inn í eina mentan, sum hevur eitt føroyskt mál. Og at vit til dømis eru kristin, er heldur ikki nakað, sum vit eru av uppruna. Tað er tí, at vit eru fødd inn í eitt samfelag, sum byggir á eina kristna traditión. So søga er heilt einfalt ein partur av okkara samleika.