ÚTGÁVA
Forlagið Modtryk gevur í næstu viku út skaldsøguna ?Balladen om Antonie? eftir Adda Lykkeboe. Føroyskar bygdir, danskir býir og Italia er karmur um søgugongdina, sum byrjar fyrst í 1900-talinum og endar í 1970-unum. Hetta er ein ættarsøga um, hvussu Erkaeingilin Gabriel fær ein týdningarmiklan leiklut í lívi Antoniu, sum er fruktin av sambandi millum føroyingin Anders og italsku Lorenzu. Um hvussu ringt tað er at velja og hvørjar avleiðingar val hava fyri fólk rundan um ein.
Adda Lykkeboe búði sum barn og ung í Føroyum, har hon gekk í skúla hjá nunnunum. Føroyska náttúran og mentanin hava havt stóran týdning fyri hana. Katólska heimin frískaði hon upp aftur seinni við at ferðast í Italia, har hon býr við havið. Eitt langt arbeiðslív hevur Adda Lykkeboe virkað sum bókavørður. Í 1999 kom fyrsta skaldsøga hennara út, ?Kontrakten?, ein nógv róst erotisk skaldsøga. ?Balladen om Antonie? er sostatt hennara næsta skaldsøga.