Fyri 25 árum síðani var politiska støðan rættiliga fløkt eftir løgtingsvalið 7. juli í 1994. Sambandsflokkurin vann valið, sum var eitt katastrofuval fyri Javnaðarflokkurin, sum fekk ein ordans undir vangan frá veljarunum. Flokkurin fór úr 10 tingfólkum niður í 5, og tí góðtók flokkurin beinanvegin eftir valið at sita í andsstøðu.
Eins og nú vóru landsstýrissamráðingar millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Kristiliga Fólkaflokkin um eina borgarliga samgongu.
Samráðst varð í meira enn ein mánað, tá tað umsíðir eydnaðist at fáa semju um samgonguskjal, sum øll samgongutingfólkini, 18 í tali, skrivaðu undir, áðrenn farið varð at býta málsøki.
Men semja fekst ikki um málsøkjabýtið, og endin var, at Edmund Joensen, samráðingarleiðari, sendi boð eftir Javnaðarflokkinum, nýstovnaðu Verkamannafylkingini og Sjálvstýrisflokkinum, sum so skipaðu nýggja samgongu, sum varð vald á tingfundi 15. september í 1994 – sunnudagin eru tað 25 ár síðani.
Ta ferðina endaði Fólkaflokkurin uttan fyri ávirkan, tí borgarligu flokkarnir ikki kundu semjast um málsøkjabýtið.
Sum støðan er í morgun, sær søgan út til at endurtaka seg – tó at vit øll vita, at einki er liðugt, fyrr enn alt er liðugt!
Av teimum 18 persónunum, sum samráddust fyri Fólkaflokkin, Sambandsflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Kristiliga Fólkaflokkin Føroya Framburðs og Fiskivinnuflokk, er bara tann tá nývaldi Jørgen Niclsen eftir í tinginum.
Av teimum, sum sótu í andstøðu, eru bara Henrik Old, sum tá hevði sitið á tingi í 10 ár, og Jenis av Rana, sum tá var nývaldur, eftir á tingi.
Hini 30 tingfólkini eru øll vald eftir løgtingsvalið í 1994.