Sveinur Tróndarson
Tað er ikki hvørs mans føri at fara undir slíkt arbeiði, men so mikið størri er avrikið, tá hugsað verður um hvussu tað er gjørt.
Tað vit tosa um er bókarøðin hjá J. P. Gregoriussen um føroysku kirkjurnar.
Hann byrjaði við gomlu trækirkjunum, hevur síðani við gjørt eldru og yngru hválvkirkjurnar í hvør síni bók, og nú til seinast kom so søgan um nýggjaru kirkjurnar.
Arbeiðið við bókunum hevur tikið umleið fimm ár, men tað heldur høvundin sjálvur ikki vera so long tíð, tá hugsað verður um hvussu stór uppgávan er.
J. P. Gregoriussen sigur, at hann fór undir uppgávuna av fakligum áhugað og av tí at hann helt, at tað manglaði ein skráseting av føroysku kirkjunum.
? Alt eftir nær tær eru bygdar, so avspegla tær tíðina tær eru bygdar, sigur hann.
Tað liggur eitt ótrúliga stórt arbeiði aftanfyri hvørja bók, tí tær eru uppbygdar sum ein »lokal« kirkjusøga í hvørjum einstøkum føri, umframt at uppmátingar eru gjørdar á staðnum av hvøjri einastu kirkju.
Og her hevur høvundin eina heilsu at bera fólki, sum hava verið partur av bókini.
? Fólk á stðanum hava skrivað »kirkjusøguna« eftir ávísum leisti, og tað skulu tey eiga stóra tøkk fyrii, sigur hann og leggur afturat, at tað annars ikki hevði verið møguligt at gera bøkurnar, sigur J. P. Gregoriussen.
Bókin »Nýggjaru kirkjurnar« er ikki prýdd við myndum, men við eini rúgvu av framúr vøkrum tekningum, sum J. P. Gregoriussen sjálvur hevur greitt úr hondum. Vakurt og snøgt alt í einum er tað.
Bókin, sum er 327 blaðsíður til støddar kostar 470 krónur í sølubúðunum.