Søgan um Madonnu

Madonna, sum gevur bók út á føroyskum í næstum, hevur eftirhondini bitið seg fasta og verður í dag roknað sum ein fjølbroytt listakvinna, sum skal takast í álvara

Madonna Louise Veronica Ciccone Ritchie var fødd í Bay City í Michigan og er eitt av átta børnum í einari stórari italskari familju. Hon fall tíðliga fyri tónleiki og dansi og vann sær pláss á University of Michigan.

Stutt eftir kom hon til New York í eini roynd at fáa sær karrieru sum dansari. Hennara kærleiki til tónleik førdi hana í fleiri bólkar, teirra millum Breakfast Club. Hon fekk sáttmála við Sire Records í 1982 og fóru undir at skriva, syngja og útgeva tónleik. Tað hevur hon arbeitt við í tjúgu ár og er ein tann mest viðurkenda og dámda í nýggjari tíð.

Seinastu 20 árini hevur Madonna selt útvið 200 milliónir fløgur og plátur um allan heim og hevur havt yvir 25 løg millum tíggju tær bestu singlurnar á hittlistunum. Teirra millum eru Material Girl, Like A Prayer, Express Yourself, Vogue, Ray of Light og Music millum tær kendastu, og hon hevur móttikið tríggjar Grammy Awards.

Seinasta fløgan American Life kom út í apríl 2003 og hevur fingið góða móttøku.
Hon hevur eisini gjørt vart við seg í filmi. Millum teirra eru Desperatly Seeking Susan, Dick Tracy, A league of Their Own og Truth or Dare. Hennara leiklutur í filminum Evita eftir kenda sangleikinum hjá Andrew Lloyd Webber og Time Rice er hæddarpunktið, og vann hon Golden Globe Awards fyri hann.

Nú hevur hon so skrivað fimm barnabøkur. Tann fyrsta The English Rose kemur út á 30 málum í meira enn 100 londum samstunds tann 15. september.

Madonna er gift filmsstjóranum Guy Ritcie og hevur tvey børn, Lola og Rocco. Tey búgva bæði USA og Onglandi.