Søgan um Wolles familjuna út í bók

Wolles familjan í Trøllanesi og hendingar úr bygdasøguni er evnið í nýggjari bók, sum verður løgd fram í komandi viku



Tað er Jákup Andreasen, ið hevur skrivað bókina um Wolles fólkini á Trøllanesi. Søgan byrjar í 1828, tá ein ungur havnarmaður flytur norður á Trøllanes at búgva. Hetta er Rosenmeyer hjá Skipar Hansen, sum var føddur í Havn, og sum frammanundan hevði verið húskallur á Viðareiði. Rosenmeyer var triðyngstur av 20 børnum í tveimum giftum og var uppkallaður eftir handils¬stjóranum í Rybergs handli í Vágsbotni. Hann giftist í 1833 við Maluni, sum var yngsta bónda¬dóttirin úr Innistovu á Trøllanesi. 



Ognarleysir uppisitarar

Rosenmeyer og Malan fluttu inn í eina roykstovu, sum nevndist Uppistova, og sum hevði staðið tóm síðan 1815. Tey vóru ognarleys, men gjørdust uppisitarar hjá skyldfólki hjá Maluni í Mikla¬dali, og tí fingu tey loyvi at giftast. Tríggir menn, sum itu Rosenmeyer, hava búð í Uppistovu á Trøllanesi síðan 1833. Tann seinasti doyði í 1996.

Í bókini um Wolles familjuna og Trøllanes verður greitt frá um eftirkomarar hjá hjúnunum í Uppistovu fram til dagin í dag. Nøkur av hesum fólkum hava Wolles sum eftirnavn, sum Skipar Hansen upprunaliga navngav summum av sínum børnum.

Bókin viðger eisini viðurskifti úr bygdarsøguni, t.d. um skúla og lærarar, postflutning, heilsuviðurskifti, trúarlív og óhapp og vanlukkur á sjógvi og landi. 



Nógvir eftirkomarar

Hjúnini í Uppistovu fingu nógvar eftirkomarar, og sum dømi kunnu nevnast: Jákup Frederik og Hans Petur Øregaard, Elspa á Dul og Oluffa Myglegaard, Símun Jóhan og Rosenmeyer Wolles, Jógvan Isaksen og Finnbogi Ísakson, Fía Høj og Ruth Olsen, Ingvard og Martin Fjallstein, Karl Wolles og Agnas Fjallsá, Ragna Jacobsen og Jórunn Dánialsdóttir.

Bókin verður løgd fram alment hóskvøldið 4. juni klokkan 19.30 í Norðoya Sparikassa í Klaksvík. Á framløguni fer Jákup Andreasen at greiða um bókina. Eisini fer Ása Just¬inussen, sum var gift Finnboga Ísakson, at siga nøkur orð.