Søgdu seg ikki hava upplýsingar

Hóast Taks longu hevði útflýggjað upplýsingar um mvg av skrásetingargjaldi, helt stovnurin fast uppá, at tey ikki høvdu hesar upplýsingar

Mvg

 

Í málinum, sum er lýst aðra staðni á síðuni, fekk Taks boð um, at stovnurin skuldi viðgera kravið, sum borgarin hevði reist.

Í hesi viðgerð sendi Taks borgaranum bræv, biðið var um nærri upplýsingar um krøvini. Herundir upplýsingar um skrásetingargjald og mvg av hesum.

Veruleikin var tó samtundis, at Taks fleiri mánaðir frammanundan hevði útflýggjað borgaranum somu upplýsingar.

1. oktober í fjør sendi Taks nevnliga skriv til borgaran, har upplýst var, hvussu stórt ávikavist skrásetingar- og meirvirðisgjaldið av bilinum var.

Tá talan er um skrásetingargjald hevur Taks allar upplýsingar tøkar í telduskipan sínari. Upplýsingar um hetta eru atkomuligir hjá starvsfólki, um bert tey hava nummarplátuna á bilinum.

Borgarin vísti eisini skrivinum frá Taks aftur við boðum um, at Taks longu hevði umbidnu upplýsingarnar og tí kundi viðgera málið.