Síggi stóra framtíð í liðnum

Rás 2: Tað sigur liðskiparin á føroyska landsliðnum, Tróndur Kragesten, eftir dystin móti Rumenia í dag

Føroyska a-landsliðið hjá monnum í hondbólti tapti í dag annan dystin í HM-undankappingini móti Rumenia við 28-20. HM-undankappingin verður spæld í Italia, og er kapping millum Føroyar, Ukreina, Rumenia og Italia.

 

Hóast greiða tapið í dag, er føroyski liðskiparin, Tróndur Kragesten, ikki so mótfallin. Tróndur Kragesten sær stóra framtíð í føroyska liðnum, og heldur at ein av orsøkunum til nógvu misnýttu møguleikarnar í dag vera, at tað mangla dystir á liðnum á hægri stigið.

 

Hoyr samrøðuna sum okkara maður í Italia, Tróndur Arge, gjørdi við navnan hjá sær, Tróndur Kragesten, eftir dystin móti Rumenia í dag við at trýsta á pílin undir myndini.