? Vit tosaðu um hetta áðrenn, at HM-fótbólturin møguliga fór at órógva svevnuna nakað. Hetta vildu vit ikki latu um okkum ganga, men valdu heldur at taka heta við sum ein part av stevnuni, sigur Johannes Ellefsen, ein av høvuðsfyrireikarunum av stevnuni.
? Vit hava fingið leiga útgerð til hetta endamálið, og bygdarhúsið er stórt og rúmar tí eisini nógvum fólki.
Johannes sigur annars, at tey hava roynt at skipa fyri nógvum tiltøkum fyri børn. Millum annað hava teir eisini fingið eina hoppibingju, sum kemur at standa á tivoliøkinum.