Í bløðunum hevur Dávid Isfeld grein, har hann sigur seg hava stóra virðing og alsk fyri søguni og heldur søguavnoktan, søgumanipulatión og søgufalsan vera sera álvarsamt og andstyggilgt.
Tó heldur hetta honum ikki frá í sama reglubroti at koma við søguavnoktan, søgumanipulatión og søgufalsan, tá ið hann sigur, at føroyingar í 1946 atkvøddu fyri loysing.
Í 1946 atkvøddu føroyingar ikki fyri, men um loysing og um stjórnaruppskot og vrakaðu bæði. Tað var hvørki absolutt, kvalifiserað, vanligt ella simpult fleirtal fyri loysingini. Tað var bert ein minniluti fyri loysing, umenn hesin minniluti var 1 % størri enn minnilutin fyri stjórnaruppskotinum.
Men kanska veit Dávid Isfeld ikki betur og trýr tí søgufalsan, sum loysingarmenn nú í skjótt 64 ár hava tvíhildið um, endurtikið upp í saman og ár eftir ár hátíðarhildið. Um teir so halda fram við hesum í 100 ár afturat, so er og verður hetta ikki annað enn søgufalsan. Tað vísir keldutilfar, fyrst og fremst løgtingstíðindi frá hesum tíðarskeiði.
Bert 32% atkvøddu fyri loysing
Allir partar eru nokk samdir um, at av øllum avgivnum atkvøðum, atkvøddu 47,2% fyri stjórnaruppskotinum, 48,7% fyri loysingini, 4,1% av atkvøðunum vóru ógyldar [1] og atkvøðuluttøkan var 66,4% [2].
EMBED Excel.Chart.8 s
Einføld matematisk útrokning grundað á henda veruleikan gevur, at av samlaðu møguligu atkvøðunum í Føroyum tá, atkvøddu 31% fyri stjórnaruppskotinum, 32% fyri loysing, 33% atkvøddu ikki og 4% av atkvøðunum vóru ógyldar. Hetta er nokk eisini breið semja um.
EMBED Excel.Chart.8 s
Fólkaatkvøðan bert leiðbeinandi
Sum tað framgongur av løgtingstíðindum, var semja millum flokkarnar um, at fólkaatkvøðan bert skuldi vera leiðbeinandi (....folkeafstemning ...vælgerfolket bør få lejlighed til at udtale sig.... [3] og .... fyri at fáa leiðbeining.....almenna atkvøðugreiðslu....[4])
Ikki er greitt, hvørt talan skuldi vera um absolutt, kvalifiserað, vanligt ella simpult fleirtal, men av tí at fólkaatkvøðan bert var leiðbeinandi, var hesin spurningur ikki av týdningi. Tó er tað áhugavert at lesa, at sjálvur loysingarhøvdingin Thorstein Petersen, sum bæði var løgtingformaður og formaður fyri Fólkaflokkin (Tjóðveldi var sum kunnugt ikki stovnað), undan fólkaatkvøðuni í blaðgrein 10. sept. 1946 krevur, at stjórnaruppskotið skuldi hava kvalifiserað fleirtal, um tað skuldi blivið góðtikið (...stjórnaruppskotið er felt, um tað ikki..... hevur helvt av øllum, ið hava rætt at stemma í Føroyum – og tað er gravlagt, um tað hevur helvt av øllum stemmum, sum kunnu avgevast í Føroyum móti sær....[5]). Sjálvandi má hetta so eisini hava verið galdandi fyri uppskotið um loysing.
Amtsráð útrópar suverenan stat
Men bert 8 dagar seinni letur Th. Petersen løgtingið tann 18. sept. 1946 útrópa Føroyar sum suverenan stat, grundað á, at loysingin fekk 1% fleiri atkvøður, men ikki fleirtal, hvørki absolutt, kvalifiserað, vanligt ella simpult fleirtal! Og enntá av einum løgtingi, sum ikki hevði lóggevandi vald, men bert var at meta sum eitt amtsráð við ráðgevandi valdi.
Føroyingar ynsktu ikki loysing
Tí gjørdi statministarin tað einasta rætta við eini fráboðan 24. sept., har hann segði frá, at kongur sendi løgtingið til hús og útskrivaði nýval. Og hetta góðtóku allir flokkar. Bert ein ekskluderaður javnaðartinglimur mótmælti.
Úrslitið av valinum 8. nov. 1946 vísti, at føroyingar ikki ynsktu loysing. Fólkaflokkurin misti ikki minni enn 3 tingmenn og harvið fleirtalið í løgtinginum og alt tos um loysing var tept [6].
Mest at meta sum statskvett
Løgtingstíðindini frá hesi tíðini eru sera áhugaverdur lesnaður og sigur týðuliga frá, hvussu hart stríðið millum loysing og samband hevur verið. Men tú situr eftir við eini kenslu av, at royndin at loysa Føroyar frá Danmark mest var at líkna við eina statskvetsroynd, sum tíbetur miseydnaðist.
Keldur:
[1] Løgtingstíðindi 1946: vanlig tingseta 1946: 13. Fólkaatkvøðan síða 49. (logting.fo > løgtingstíðindi > løgtingstíðindi vel eldri > 1946 > B.Eykatingsetan apríl-mai 1946 og vanliga tingsetan 1946 > 49)
[2] Anja Andreasen, søgufrøðingur: Sambandsflokkurin í 100 ár síða 229
[3] Løgtingstíðindi 1946: eykatingseta apríl-mai 1946: skjal 8 Nevndarálit Stjórnarskipan Føroya síða 2. (logting.fo > løgtingstíðindi > løgtingstíðindi vel eldri > 1946 > D. Skjøl > 164))
[4] Løgtingstíðindi 1946: eykatingseta apríl-mai 1946: skjal 8 Nevndarálit Stjórnarskipan Føroya síða 3-4. (logting.fo > løgtingstíðindi > løgtingstíðindi vel eldri > 1946 > D. Skjøl > 165 og 166)
[5] Løgtingstíðindi 1946: vanlig tingseta 1946: 13. Fólkaatkvøðan síða 49. (logting.fo > løgtingstíðindi > løgtingstíðindi vel eldri > 1946 > B.Eykatingsetan apríl-mai 1946 og vanliga tingsetan 1946 > 49)
[6] Anja Andreasen, søgufrøðingur: Sambandsflokkurin í 100 ár síða 232