Høgni Hoydal
Vegna Tjóðveldisflokkin
Tjóðveldisflokkurin ynskir nýggju samgonguni við Jóannesi Eidesgaard sum løgmanni, tillukku við skipanini og samgonguskjalinum. Vit vóna, at okkurt gott spyrst burturúr landi og fólki at frama.
Eisini er okkurt í samgonguskjalinum, sum vit fegnast um. Eitt nú eru góðar orðingar um gransking og førleikamenning. Og á sosiala økinum eru fleiri mál, sum Tjóðveldisflokkurin hevur stungið út í kortið, sum nýggja samgongan sigur seg vilja fremja.
Ongin kós fyri framtíðina
Kortini harmast Tjóðveldisflokkurin almikið um, at nýggja samgongan onga kós og ongi mál hevur sett fyri framtíðina, men hevur slept øllum stríði fyri sjálvstýri og einum sjálvberandi búskapi.
Áhaldandi royndirnar hjá Tjóðveldisflokkinum at fáa ávirkan og skipa eina samgongu, ið kundi halda fram á sjálvstýrisleiðini, hava ikki eydnast.
Samgonguskjalið er ein sera tunn súpan, har fleiri sera høgravendir bollar liggja á botni ? tildømis ófíggjaðir skattalættar og studningsskipanir til vinnuna. Orðingar á hinum økjunum eru endurtøkur av gomlum samgonguskjølum og valskráum.
Fyrstu ferð donsk
ríkiseind er orðað í føroyskum politikki
Tó er mest herskni bitin í samgonguskjalinnum, at tað hevur eydnast Sambandsflokkinum at fáa Fólkaflokkin at viðurkenna eina danska ríkiseind.
Samgonguskjalið sigur greitt, at føroyskir myndugleikar skulu hava loyvi sambært lóg at yvirtaka málsøkir, ið ikki hoyra undir ríkiseindina ? og hetta er sama orðing, sum sambandsflokkurin hevur ført fram í sínum politikki. Hetta er eisini sama krav, sum danska stjórnin hevur sett í samráðingunum við føroyskar myndugleikar ? og júst hetta krav var orsøkin til, at samráðingarnar um føroyskt fullveldi slitnaðu í ár 2000.
Tá var málið føroyskt fullveldi, tjóðarfrælsi og viðurkenning av sjálvsavgerðarættinum hjá føroyingum. ? Nú verður fyri fyrstu ferð í politisku søgu Føroya skrivað undir eitt skjal, ið viðurkennir donsku ríkiseindina, og har frælsismálið er heilt slept.
Hetta er sostatt ein søgulig breið semja um samband og ríkiseind, har Fólkaflokkurin tíverri er koppaður yvir til gomlu heimastýrisflokkarnar.
Tjóðveldisflokkurin brynjar seg nú til at fara í andstøðu. Har verður setningurin við ítøkiligum uppskotum at halda kósina fram móti føroyskum fullveldi, sjálvberandi búskapi, sosialum frambrotum, frælsum vinnulívi og einum nútímans útbúgvingar- og mentanarpolitikki.