Aab, Brøndby og FCK hava fyrr roynt seg í Champions League, men ongantíð hevur eitt danskt lið megnað at vunnið seg víðari. Tó hava donsku liðini staðið fyri minniligum úrslitum, tá eitt nú Brøndby í 1998/99 í evstu løtu vann 2-1 á Bayern Munchen, sum seinni kom í finaluna. 1-0 sigur hjá FCK í 2006/07 á Manchester United, sum millum taldi stjørnur sum Cristiano Ronaldo og Wayne Rooney. Eisini Aab fekk eitt gott úrslit ímóti Manchester United, tá teir fingu javnleik á Old Trafford.
Aab er fyrsta danska liðið, sum kom í Champions League bólkaspælið, eftir at kappingin var umskipað í 1992/93. Aab luttók í Champions League í 1995/96 og vunnu millum annað á Panathinaikos og fingu javnt ímóti Porto. Aab var aftur í Champions League í 2008/09 og komu í bólk saman við Manchester United, sum seinni kom í finaluna. Tað endaði við 2-2 javnleiki á Old Trafford.
Youtube:Manchester United ? AaB
Tvey ár framman undan hevði FCK longu prógvað, at donsk lið kunnu kappast við tey bestu í Evropa. Teir vunnu í 2006/2007 1-0 á Manchester United í Parkini.
Youtube:
FCK ? Manchester United 1-0 Helst mest umrødda úrslitið hjá einum donskum liði í Champions League er sigurin hjá Brøndby á Bayern Munchen í 1998/1999. Ikki tí sigurin var størri enn tann hjá FCK, men heldur er tað mátin, sum sigurin kom í hús. Youtube: <a href=http://www.youtube.com/watch?v=2JQ_hQ3po2g&feature=related>Brøndby ? Bayern Muncehn 2-1 Tíðin er farin og viðmerkjarin fer at tosa um, hvat Brøndby kann nýta javnleikin til, tá Allan Ravn fer til stroks við bóltinum. Youtube: <a href=http://www.youtube.com/watch?v=UDZpataWYTI&feature=related> Allan Ravn til 2-1 Í kvøld kann FCK føra danskan fótbólt eitt víðari og endaliga staðfesta at danskur fótbóltur kann klára millum tey bestu í Evropa. Champions League luttøkur hjá donskum liðum: Aab: 1995/96 ? 2008/09 FCK: 2006/07 ? 2010/11 Brøndby IF: 1998/99