Søgulig próvhandan í Vestmanna

Fyri seinastu ferð var próvhandan á verandi fiskivinnuskúla í Vestmanna. Næstu ferð verður tað í spildur nýggjum hølum

Tað vóru 31 fegnir næmingar, sum í dag fingu prógv á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna. Tey 18 fingu prógv fyri støðisárið innan fiskivinnu (SIF-prógv), meðan tey 13 seinastu fingu prógv fyri hægri útbúgving innan fiskivinnu (HIF-prógv).

Hátíðardámur var í góða veðrinum, og tað fór ikki óansað aftur við borðinum, at næstu ferð verða prógvini handað í nýggjum hølum.

Nakað av fólki var komið saman at uppliva handanina, og ein tónleikari setti eyka dám á við at spæla undir til felagssangin.

Eyðun Leo, varaskúlastjóri, leiddi hátíðarløtuna, meðan borgarstjórin í Vestmanna, Karl Olsen, helt røðu. Síðani handaði Jákup Andreasen, skúlastjóri, næmingunum prógv.

Sjálvt hátíðarhaldið endaði við at Torgunn Johansen, næmingur, helt røðu. Eftir tjóðsangin og myndatøkur varð boðið inn til ein drekkamunn.

Sum nevnt hildu borgarstjórin í Vestmanna, Karl Olsen, og ein av næmingunum, Torgunn Johansen, segði somuleiðis nøkur orð.

Hon hugleiddi eitt sindur um hesi trý árini, flokkurin hevur strembað fram ímóti hátíðardegnum, tá próvhandanin fer fram.

»At vera næmingur á Fiskivinnuskúlanum krevur nógv av hvørjum einstøkum og tað er ein avbjóðing í sær sjálvum. Tað eru nógvar ymiskar lærugreinar at fyrihalda seg til, somuleiðis nógvir lærarar og ikki at tosa um øll húsini, vit hava ferðast ímillum«, segði Torgunn Johansen.

Hon tosaði eitt sindur um tær obligatorisku námsferðirnar, og hvussu tey kjakaðust um, hvar henda góðs námsferð skuldi ganga.

»Vit endaðu so við at velja Kina, hetta virkaði næstan óveruligt. Ikki bara fyri okkum, men eisini onnur, sum vit tosaðu við trúðu okkum ikki og spurdu umaftur, hvar vit skuldu. Men tað óveruliga gjørdist veruligt, í oktober mánaði í fjør, høvdu vit beina kós móti Kina. Hetta var ein heilt fantastiska góður túrur við nógvum upplivingum og ikki at gloyma templum«, segði Torgunn Johansen.

Men skúlagongd er annað enn hugni og námsferðir.

»Tíðin aftaná jól, hetta triðja árið, hevur verið strævin. Tað hava verið nógvar uppgávur at lata inn og tað hevur sanniliga verið stutt millum tær. Vit hava, eins og Esmar, stríðst og strevast, líka til vit hava fingið stress«, segði Torgunn Johansen.

Men alt hetta hevur verið stríðið vert.

»Øll eru pyntað og Merkið er vundið í húnar hátt. Hesin dagur er serstakur fyri okkum. Við hjálp og vegleiðing frá lærarum, familju og hvørjum øðrum hava vit fingið ein góða útbúgving, sum vit eiga at vera errin av. Allar dyr eru opnar fyri okkum«, segði Torgunn Johansen í røðu síni við próvhandanina á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna í gjár.