Søgulig semja um Barentshavið

Í 40 ár hava Noreg og Russland verið ósamd um, hvussu tey skulu býta Barentshavið sínamillum, men fyrrapartin í dag bleiv kunngjørt, at londini hava gjørt avtalu um markið. Boðini komu eftir ein fund millum norska forsætisráðharran, Jens Stoltenberg, og russiska forsetan, Dmitrij Medvedev, sum kom til Noregs á almenna vitjan í gjár.

Semjan kom óvart á politiskar eygleiðarar í Oslo. Jens Stoltenberg hevði kanska heldur ikki væntað eitt so gott úrslit, tí hann var sjónliga fegin um úrslitið, tá hann greiddi tíðindafólki frá semjuni.

Vitjanin hjá russiska forsetanum í Noregi endar seinnapartin, og úr Oslo fer hann við flogfari til Keypmannahavnar á almenna vitjan. Ætlandi lendir flogfarið við forsetanum í Kastrup stutt fyri klokkan fýra okkara tíð.