BAKSÝNI
Málið um yvirtøkulógina hjá løgmanni liggur í løtuni til viðgerðar hjá fremstu serfrøðingunum í Danmark. Teir skulu eitt nú hyggja eftir, at málið samsvarar við teirra fatan av, hvat letur seg gera undir verandi ríkisrættarligu skipan, og um tað er í samljóði við ásetingarnar í grundlógini.
Nakað av iva hevur stungið seg upp um, hvat yvirtøkulógin hjá løgmanni í grundini snýr seg um. Vert er at gera vart við, at enn er bert talan um eitt uppskot, sum løgmaður sendi forsætisráðharranum 30. september í fjør, og tí er ov tíðliga at siga nakað endaligt.
Men málið er, at tað skal samtykkjast í hesum árinum, og við gildiskomuni av lógini koma írestandi málsøkini uttan fyri heimastýrislógini á føroyskar hendur. Tá vera bara írestandi málsøkini á heimastýrislógini, serliga løgreglan og fólkakirkjan, eftir í buktini.
Sjálvstýri inneftir
Herluf Sigvaldsson, stjóri á uttanríkisdeildini á Løgmansskrivstovuni, hevur arbeitt við málinum. Hann greiðir frá, at yvirtøkulógin skal savna øll málsøkini uttan fyri heimastýrislógina undir eina lóg, so føroyingar kunnu yvirtaka tey uttan at skula í Fólkatingið hvørja ferð.
Málið er at sleppa undan løgfrøðiligum kegli og konfrontatiónum, og yvirtøkurnar skulu fáast í eina fasta legu.
Samstundis verður heimastýrislógin standandi við sínum A- og B-málum. Uttan fyri hesi málsøki liggja so uttanríkismál, verjumál og ríkisborgararættur, sum eru karmurin um ríkisfelagsskapin.
? Tá Heimastýrislógin og yvirtøkulógin eru gagnnýtt til fulnar, so kunnu vit siga, at vit hava fingið fult innanhýsis sjálvstýri. Tá ráða vit á øllum teimum málum, sum vit kunnu undir verandi skipan. Men tað hevur onki við fullveldi at gera, greiðir Herluf Sigvaldsson frá.
Sjálvstýri úteftir
Tá Heimastýrislógin er tømd, og yvirtøkulógin framd, hava føroyingar sostatt so stórt sjálvstýri, sum til ber undir verandi skipan.
Skal komast víðari, má fullveldi setast aftur á dagsskránna, og sambært løgmanni verður tað framt við eini fólkaatkvøðu. Við henni kunnu tey síðstu málsøkini yvirtakast sum ein heild.
? Tað, sum heldur okkum saman í ríkiseindini, eru tá uttanríkismál, verjumál og ríkisborgararættur. Tey málsøkini avgera, um eitt land er ein sjálvstøðug, politisk og løgfrøðilig eind í altjóða viðurskiftum, sigur Herluf Sigvaldsson.
Tá heimastýrislógin og yvirtøkulógin eru gagnnýtt, so øll mál eru vorðin føroysk, er bara spurningurin um fullveldi eftir, og við fullveldinum koma tey síðstu málsøkini til Føroya. Um tað kemur so langt, tí tað er bæði ein spurningur um politikk og fólkavilja.
Lítið nýtt
Orðini, sum nýtt hava verið um yvirtøkuleistin higartil, hava verið stór. Mest sum ov stór, heldur onkur.
Ein løgfrøðingar, sum Sosialurin hevur tosað við, heldur ikki, at yvirtøkulógin er nøkur kollvelting. Fyrst og fremst er hetta áhugavert politiskt, heldur hann, tí hann dugir ikki at síggja nakað í uppskotinum, sum broytir verandi skipan.
Kjarnin er bert at fáa eina semju um, at málini uttan fyri heimastýrislógina, kunnu yvirtakast og fyri at lætta um, verður tað gjørt undir einum.
Sostatt er hetta bert ein politisk avtala og ikki ein nýggj skipan, tí tað hevur ofta borið til at yvirtikið slík mál áður, um bert politiski viljin og handalagið hevur verið nóg gott. Tað snýr seg altso um, hvat politiskt letur seg gera, og tað hevur altíð verið kjarnin í heimastýrislógini, sigur løgfrøðingurin.
Ein annars løgfrøðingu hevur hug at samanbera málið við nýggju klæði keisarans, tí yvirtøkulógin er hægst eitt plagg, sum verður lagt afturat heimastýrislógini.
Brast fyri nevi
At uppskotið er eitt varligt stig á sjálvstýrisleið, er helst orsøkin til, at tað knappliga brast fyri nevi, so øll samdust um yvirtøkuleistin. Báðir andstøðuflokkarnir, sum annars ikki hava styðjað samgonguna í nógvum á ríkisrættarliga økinum síðstu árini, vóru jaligir.
Formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, kundi boða frá, at Javnaðarflokkurin helst fór at taka undir við tí.
? Javnaðarflokkurin gleðist yvir, at tað endiliga er gingið upp fyri løgmann og samgonguna, at tað eru fleiri møguleikar at fremja føroyskt sjálvstýri enn tann, sum hevur verið leisturin hjá samgonguni higartil. Um hetta er ein nútúmansgerð ella víðkan av heimastýrislógini, haldi eg ikki, at vit skulu brúka so nógva orku uppá. Hóast okkara sjálvstýrislóg varð meira víðgongd, so var hon bara meint sum eitt útspæl til samráðingar, og tí vil Javnaðarflokkurin eisini taka undir við leistinum hjá løgmanni, sigur Jóannes Eidesgaard.
B-tónin hjá Alfred Olsen, næstformanni Sambandsfloksins, lá tætt við C. Sambandsflokkurin heldur, at hetta minnir nógv um nýskipanaruppskotið hjá sær, og tí ber helst til at fáa eina breiða semju um fleiri av málunum, segði Alfred Olsen. Kortini er okkurt, sum eisini er ført fram í uppritinum hjá løgmanni, sum Sambandsflokkurin ivast í, og tí tekur flokkurin ikki treytaleyst undir við øllum, segði hann við Útvarp Føroya.
Høgni Hoydal, formaðurin Tjóðveldisfloksins, sum hevði fullveldismál undir sær, hevur staðiliga ávarað ímóti nýggjum skipanum innan fyri ríkiseindina, men hann kundi eisini stuðla uppskotinum hjá løgmanni.
? Vit hava fingið játtan frá donskum myndugleikum um, at tað er eingin trupulleiki at yvirtaka øll mál ? eisini tey, sum ikki eru nevnd í heimastýrislógini. Spurningurin er bara, um tað skal gerast undir einum ella so hvørt. Fyri okkum er tað betur, at tað verður gjørt undir einum. Vit troyta bara Heimastýrislógina til fulnar, og tað ber væl til uttan nakran nýggjan sáttmála, segði Høgni Hoydal.
Fogh fegnast
Uppskotið liggur í løtuni til viðgerðar í Danmark hjá fremstu serfrøðingum teirra.
Alt byrjaði við einari yvirlýsing 14. januar 2002, har nýggi forsætisráðharrin Anders Fogh Rasmussen og Anfinn Kallsberg løgmaður samdust um, at føroyingar kundu yvirtaka øll málsøki, sum lógu uttan fyri grundlógina, og stjórnin segði seg verða sinnað at gera eitt felags lógargrundarlag fyri málsøkini uttan fyri heimastýrislógina.
Tað er hetta grundarlagið, sum løgmaður saman við umsitingini hevur orðað til eitt uppskot og sent forsætisráðharranum. Tá løgmaður 30. september í fjør sendi Anders Fogh Rasmussen sítt uppskot, tók hann eisini væl ímóti tí.
Í einum skrivi 16. oktober svaraði hann løgmanni, at hann var »fuldt ud indstillet« at seta eitt arbeiði í verk, sum hevur til endamáls at ganga landsstýrinum og einari lóggávu, ið savnar øll málsøki uttan fyri heimastýrislógina, á møti.
********
FAKTA
Innanhýsis sjálvstýri
FØROYSK MÁL
Heimastýrislógin: Málsøkini á listi A og lista B
Yvirtøkulógin: Det civile beredskab, Mål og væg, Retsplejen (dómstólarnir), Det strafferetlige område, Udlændinge området, Det formueretlige område, Det person-, familie- og arveretlige område.
FELAGS MÁL
Uttanríkismál
Verjumál
Ríkisborgararættur
********