Søguliga sluppun, Høganes, fór til botns í illveðrinum tollaksmessumorgum, har hon lá við bryggju í Runavík.
Tað var mitt um fyrrapartin í tollaksmessumorgun, at løgreglan fekk boðini um, at aldargamla sluppin hevði nógva slagsíðu og á miðdegi stóð hon á botni.
Sløkkiliðið varð boðsent og teir hava roynt at pumpa sjógvin úr henni og seinnapartin kom hon aftur á rættkjøl.
Enn er óvist, hví hon sakk, men fyribils metingarnar siga, at pumpurnar umborð eru fyrigingnar og av tí sama er hon so sokkin, tí hon lekur so mikið illa.
Høganesi hevur ligið við bryggju í Runavík og hevur verið brúkt til mentanarligt virksemi av ymsum slagi, eitt nú smærri konsertir, listaframsýningar, kafé og annað líknandi.
Í hesum sambandi hevur hon verður eitt rættiligt ferðamál hjá útlendingum, sum hava vitjað har um leiðir.
Men nú er so óvist nær tiltak verður umborð á Høganesi aftur. Annars hevur verið tosað nógv um at drga hana upp á turt at umvæla hana – og hetta er kanska eitt gott høvi til tað.
Høganes varð smíðað í Rye í Skotlandi í 1881.
-áki-