Í fyrra partinum varð greitt frá Mettustovu og fólkunum, sum hava búð har. Effersøe ættin eigur stóran part av hesi søgu.
Jón Effersøe var tann fyrsti av ættini í Føroyum. Hann átti níggju børn, men bert tvey av teimum eiga eftirkomarar í Føroyum.
Elisabeth, gift við Johannes á Hospitalinum, átti 9 børn. Men av teimum eru bert tvey, sum hava eftirkomarar. Annað av teimum var Joen Jacobæus Joensen. Ein dóttir hansara var Vestina. Sonur hennara var Peter F. Christiansen, kendur frá góðu tíðunum hjá Dimmalætting. Hann er fyri kortum umrøddur í røðini Hendur ið Sleptu.
Thomas Gudmund Petræus átti saman við Onnu Dahl Christiansen sonin Sofus, kendur skómakari í Havn. Hann átti Louisu, Viggo, Thorstein, Arnold og Bjarna Dahl Christiansen. Frá teimum er so ætt í fleiri ættarlið í Føroyum og Danmark.
Síðan er Gudmund, sonur Jón, sum gjørdist sýslumaður í Suðuroy. Tað var hann, sum í 1847 keypti Mettustovu, sum kom at hýsa stóran part av ættini tey eftirfylgjandi mongu árini.
Hann átti sjey børn. Av teimum eiga bert tvey eftirkomarar í Føroyum.
Elisabeth, giftist til Porkeris við Petur Larsen, har hon fekk nógva ætt. Hon fekk átta børn, og tvey av teimum fingu eftirkomarar. Annað teirra var Sigrid, sum giftist við Hans Ludvig Djurhuus. Hon fekk 11 børn.
Josefina giftist við reiðaran Niels J. Mortensen á Tvøroyri. Haðani eru tvær ættir í Føroyum. Onnur er eftirkomarar hjá Gudmundi, og hin er hjá Ingrid, sum giftist við Richard B. Thomsen, kendur rithøvundur.
Tað kann ikki sigast, at ættin er stór, og eingin eitur Effersøe til eftirnavn í Føroyum. Onkur hevur tað kortini sum millumnavn, og framvegis eru fleiri, sum eita Gudmund. Hetta navnið gongur aftur til Íslands til pápa og abba Jón Effersøe.
Í Danmark er Effersøe ætt, serliga frá John hjá Gudmundi. Beiggi John, Oliver, átti tvær døtur, men eingin veit nakað meira frá teimum. Dóttir Jón, Sigrid, giftist við einum íslendingi, sum var prestur í Miðvági. Har fingu tey fýra børn. Ivaleyst eru onkrir eftirkomarar frá teimum, men eingin tykist at vita meira um tað.
Høvdingar og gott fólk
Men ættin er stór aftur í tíðina. Tað eydnaðist Gudmundi Effersøe at fáa ættartalvu gjørda heilt aftur til fyrstu niðursetumenn í Føroyum og Íslandi.
Hetta hendi í sambandi við kongavitjanina í 1874. Tá var kongur í Føroyum á veg til Íslands, og Gudmund fór við kongsfylginum til Íslands. Í hesum sambandi fekk hann íslendskan ættargreinara at gera ættartalvu.
Í sambandi við 80 ára føðingardagin hjá Gudmundi í 1907 varð ættartalvan týdd til danskt, og hon var prentað á prentsmiðjuni hjá Dimmalætting.
Tað er eydnast at finna hesa fyri føroyingar yvirhøvur áhugaverdu ættartalvu á Landsbókasavninum, og verður hon endurgivin í hesi grein.
Samstundis skal verða greitt frá onkrum av áhugaverdu persónunum í hesi ættartalvu.
Sum tað sæst er ættartalvan býtt upp í tvær greinir: A, sum gongur aftur til Egill Skallagrimsson og B, sum gongur aftur til Grím Kamban. Ættin er tann sama fram til A12, tá fer hon sundur.
Í umrøðuni av hesum forfedrum verður tilskilað hvar á ættartalvuni, viðkomandi er at finna.
Hetta eru ikki fullkomnar lýsingar. Tað er heilt tilvildarligt, hvat ið er komið við. Tey, sum hava áhuga, kunnu finna nógvar av hesum persónum á alnótini.
Ættargreinin hjá Egil Skallagrimsson:
A 19. Snorri Sturluson
Hann livdi 1179-1241. Var høvdingur og skald. Hann hevði stóra ávirkan á sina samtíð eisini sum limur í Altinginum. Hann segðist at duga lógirnar uttanat.
Foreldrini hjá honum vóru Sturla Þórðarson og Guðny Boðvarðsdóttir, men fosturfaðir hansara var Jón Loftsson, fremsti høvdingi í Ísandi tá, og hann varð roknaður fyri at vera klókasti maður Íslandi.
Snorri giftist við Hallveig Ormsdóttir.
Mest kendu skrivligu avrikini hjá Snorra er Heimskringla og Edda, og tað er helst eisini hann, sum hevur skrivað Egils saga.
Heimskringla er eitt savn av søgum um norsku kongarnar frá Hálvdan Svarta til Sverra kong.
Edda er lærubók í yrkingarkynstri. Tann eldra Edda er um norrønar gudar sum Óðin og Tór.
A 19. Þorvaldur Snorrason.
Hann var giftur tvær ferðir og seinnu ferð við Þordis, dóttir Snorra Sturluson.
Var stórmaður í 12. og 13. øld og doyði í 1228. Hann búði í Vatnsfirði við Ísafjarðardjúp og var høvdingi har á leiðini. Hann sigst at hava verið »ójafnaðarmaður«. Hetta má vera tað nærmasta vit koma fólkaflokkinum samb. Aksel Johannesen.
A 26. Egil Skallagrimsson
Livdi um umleið frá 910-990. Er ein tann kendasti av íslendsku yrkjarunum. Ein lýsing av honum á norskum ljóðar so:
Egils saga tegner Egil som en voldsom og ubøjelig karakter med vikingernes lidenskap for gull og kamp. En mere mennskelig Egil møter vi i Sonatorrek (Sonarmissurin), diktet til minne om to sønner, han havde mistet.
Sambært søguni var Egil ein stórur og virdur maður. Hann fekk nógv av skafti. Men í Noregi var hann tó ikki so nógv umhildin. Hann gjørdi seg fleiri ferðir inn á kongin Erik Blóðøks.
Søgan hjá Egil er týdd til føroyskt av Bjarna Niclassen.
Annars er Egil Skallagrimsson eisini ein kend øl í Íslandi!
A 27. Skallagrímur, pápi Egil, var við einum uppreistri í Noregi. Hann var við til at leypa á eitt skip hjá konginum, Harald Hárfagra, har øll manningin varð fyribeind.
Skallagrímur og pápi hansara, Kveldúlf, settu so kós móti Íslandi. Pápin gjørdist sjúkur og doyði á ferðini. Áðrenn hann doyði gav hann sonin boð um at blaka skrínið hjá sær á sjógv og at búsetast, har tað rak upp á land.
Skallagrímur gjørdi, eins og pápin hevði sagt, og hann fann skrínið, sum var rikið á land við Mýrar nærindis Borg. Hann bygdi hús í Borg, og har livdi hann til hann doyði gamal.
Ættargreinin hjá Grími Kamban:
B 14. Loftur Guttormsson
Var føddur um 1375 og doyði 1432. Hann var høvdingi, sýslumaður, hirðstjóri og riddari.
Loftur var í útlandinum um 1400, tá ið svartideyðin gekk Íslandi, men í 1406 kom hann til Íslands. Í 1414 var hann í hirðini hjá Eiriki kongi av Pommern, og er hann sagdur at hava fingið riddaratign. Hann hevði høggorm í sínum skjaldramerki. Hann var hirðstjóri norðan og vestan til í 1427, og hetta embætið hevði hann til sín deyðadag í 1432. Loftur hevði orð fyri at vera vinsælur og friðsælur og hann var nógv virdur. Hann var ein av ríkastu monnum Íslandi í síni tíð. Hann áttu nógv jørð og bóndagarðar, tí var hann kallaður Loftur ríki.
B 21. Guðmundur (dýri) Þorvaldsson
Hann var høvdingi í 12. og 13. Øld og doyði í 1212. Hann var sonur Þorvaldur, halta, Gudmundarson, d. 1161.
Guðmundur búði á Bakka í Øxnadal, og hann var mætur maður, harav navnið.
Hann var síni seinastu ár í Þingeyraklostur, har hann doyði.
B 26. Guðmundur (ríki) Eyjólfsson
Hann var høvdingi í 10. og 11. Øld og doyði í 1025. Hann búði á Møðruvøllum í Eyjafirði. Guðmundur er høvuðspersónur í Ljósvetningasøgu um stríðið millum hann og Torgeir Ljosvetningagode, frá bóndagarðinum Ljósavatn.
Hann var ein mætur maður og hevði 100 tænastufólk og 100 neyt.
B 30. Þórólfur Smør
Var ein norskur víkingur sum kom til Íslands við Hrafna Flóka saman við Herólfi. Teir hildu til í Vatnsfirði. Fjørðurin var fullur av fiski, og teir fingu nógv um summarið. Men um veturin var so kalt, at ikki bar til. Fjørðurin gjørdist fullur av ísi, og hann gav tá landinum navnið Ísland. Hinir báðir fóru aftur til Noregs. Men Þórólfur rósti Íslandi nógv. Hann segði, at her var smør á hvørjum strái, og hetta gav honum navnið.
B 32. Tað er ikki nógv vit vita um Grím Kamban. Men sonur hansara Þorsteinn skrofi er føddur í Føroyum.
Í Dagblaðnum 14. september 1941 var ein yrking um Grím Kamban, sum tað kann vera hóskandi at endurgeva:
Tú komst av havi
hitti veg á vesturleið til mín,
tú gavst mær navn,
tú valdi meg at verða ognin tín.
Væl untust vit um fjørð og dal
á tíni landnáms leið.
Títt væna ættarmannatal
í trygdum svein meg ei.
Tá dundi á tann ódnin strong,
tá tokan køvdi veg,
fram uddi trøll:
Til Ríkakong tey góvu burtur meg.
Fest aftur fót í heimanhøll,
kom aftur Grímur enn.
Flyt aftur meg ið tóku trøll,
til tínar ættarmenn.
- - -
Sysselmand Gudmund Christie Laurentius Isholm Effersøe’s Slægt
Oversættelse af det af Justitarius Jón Petursson x) affattede Slægtregister
Den færøske Sysselmand Gudmund Jónsson Effersøe’s Slægt.
(Han gjorde en lille Rejse til Island ved Tusindaarsfesten i Aaret 1874). Slægtsrækken op til
A. Egill Skallagrimsson
1. Jón Guðmundsson hed Hr. Gudmund Effersøe’s Fader. Han var Student fra Reykjavik Skole, rejste bort og tog Bolig paa Færøerne. Han antog Navnet Effersøe fordi han var fra Effersø (eller Ørfarsey) ved Reykjavik. Hans Moder hed
2. Guðriður Ottadóttir, hendes Mand og Jóns Fader hed Guðmundur Jónsson, Bonde paa Ørfarsey, senere Skildinganes og Lagafelli. Guðriðs Fader var
3. Otti Ingjaldsson paa Hrólfsskála paa Seltjarnarnes, født 1722, død 1805. Hans Fader
4. Ingjaldur Hinriksson paa Digranes paa Seltjarnes. Hans Fader
5. Hinrik Haldórsson. Hans Fader var
6. Haldór Jónsson. Hans Moder var
7. Katrin Þórðardóttir. Hendes Mand og Haldórs Faders Fader var Jón Jónsson af Einarsnesslægten. Katrins Fader var
8. Þórður Bøðvarsson. Hans Moder var
9. Ásta Pantadóttir. Hendes Mand og Þórs Fader var Bøðvar, Provst í Reykholt. Ásta’s Fader var
10. Panti (Pantaleon) Ólafsson, Præst i Grunnavík. Hans Moder
11. Birgitta Jónsdóttir. Hendes Moder var
12. Solveig Bjørnsdóttir. Hendes Fader var
13. Bjørn ríki (den Rige) Þorleifsson, Lensmand paa Skarð paa Skarðsstrønd, død 1467. Hans Moder var
14. Kristin Bjørnsdóttir, kaldet Vatnsfjarðarkristin. Hendes Mand var Þorleifur Árnason. Kristins Fader var
15. Bjørn Einarsson, Jorsalafarer, bosat i Vatnsfjord. Hans Fader var
16. Einar Eiriksson i Vatnsfjord, død 1383. Hans Moder var
17. Vilborg Einarsdóttir, gift med Eirik, Søn af Sveinbjørn Sydviking. Hendes Fader var
18. Einar Þorvaldsson, Godordsmand i Vatnsfjord. Hans Fader var
19. Þorvaldur Snorrason, gift med Þordis, Datter af Snorri Sturluson i Reykholt. Hun var Einars Moder. Þorvalds Fader var
20. Snorri Þorðarsson, Godordsmand i Vatnsfjord. Hans Fader var
21. Þorður Þorvaldsson, Gode i Vatnsfjord. Hans Fader var
22. Þorvaldur Kjartansson, Gode i Vatnsfjord. Hans Fader var
23. Kjartan Ágeirsson, Gode i Vatnsfjord. Hans Moder var
24. Þorbjørg digra (den Tykke). Hendes Mand var Ásgeir Knattarson, Gode i Vatnsfjord. Hendes Moder var
25. Þorgerður Egilsdóttir, gift med Olaf Pá i Hjartarholt, Þorbjørgs Fader. Hendes Fader var
26. Egill Skallagrimsson. Hans Fader var
27. Skallagrímur Kvøldulfsson, Landnamsmand, bosat paa Borg i Borgarfjord.
B. Grímur Kamban
13. Óløf Loptsdóttir hed Bjørn Þorleifsson den Riges Kone, Solveigs Moder (se A. 13 og 12). Hendes Fader var
14. Loptur ríki (den Rige) Guttormsson paa Møðruvellir i Øfjord. Hans Moder var
15. Sophia Eiriksdóttir. Hendes Fader var
16. Eirikur Magnusson paa Svalbard. Hans Fader var
17. Magnus Brandsson paa Svalbard. Hans Fader var
18. Brandur Eiriksson. Hans Fader var
19. Eirikur Einarsson. Hans Fader var
20. Einar Guðmundsson. Hans Fader var
21. Guðmundur dýri (den Prægtige) paa Bakke i Yxnadal. Hans Fader var
22. Þorvaldur auðgi (den Rige). Hans Fader var
23. Ketill fljóti (den Snare). Hans Fader var
24. Guðmundur agli. Hans Fader var
25. Eyólfur halti (den halte) paa Møðruvellir i Øfjord. Hans Fader var
26. Guðmundur ríki (den rige) paa Møðruvellir. Hans Fader var
27. Eyólfur Valgerðarsson paa Møðruvellir. Hans Fader var
28. Einar Auðunsson. Hans Fader var
29. Auðunn rotinn i Saurbæ i Øfjord. Hans Fader var
30. Þorólfur smjør (Smør). Landnamsmand, som først kom til Island med Ravnefloke.
Hans Fader var
31. Þorsteinn skrofi. Hans Fader var
32. Grímur Kamban, som efter hvad der fortælles var den første, som bosatte sig paa Færøerne, og som man der for ofrede til efter hans død.
Denne slægt kunde, om man ønskede det, udredes end yderligere. Hr. Gudmund Effersøe er saaledes 20de Mand fra Snorri Sturlason, 27de fra Skallagrim og den 32de fra Grím Kamban.
x) Justitarius ved Overretten i Reykjavík Jón Pjetursson var en Avtoritet paa den islandske Slægtshistories Omraade. Han har bl.a. gennem det islandske »Bókmentafelag« udgivet et stort Værk betitlet »Sýslumansæfir«.
Reykjavík i april 1875
Jón Petursson