Danska verjan hevði rættiliga brynjað seg til útbúgingarstevnuna, sum var um vikuskiftið. Tríggir mans vóru komnir til Føroya at greiða frá lestrarmøguleikunum í donsku verjuni. Fyri mong kann ein útbúgving í verjuni tykjast sum eitt øðrvísi lestrarval, men søguliga hava nógvir føroyingar nomið sær eina útbúgving í verjuni.
- Sum siglingar tjóð burturav hava nógvir føroyingar lært hjá okkum. Tað er kanska serliga innan sjóverjuna, at nógvir føroyingar hava verið. Eg vóni sjálvsagt, at føroyingar halda á við at taka eina útbúgving innan sjóverjuna, men vit vilja eisini gjarna hava føroyingar at royna aðrar útbúgvingar hjá okkum. Ein útbúgving í verjuni gevur góðan møguleika at fáa starv í Føroyum, tí vit hava jú eina deild heruppi, sigur Claus Rosendahl fyri donsku verjuna.
Leiðarastarv
Teir tríggir menninir á básanum hjá verjuni greiddu teimum vitjandi frá um útbúgvingarnar í herinum, flogvápninum og sjóverjuni. Teir eggjaðu serliga føroyingunum til at hyggja nærri at officer útbúgvingini, sum er væl dámd í Danmark. "Forsvarets Officeruddannelse" tryggjar teimum lesandi eitt leiðarastarv, tá lesturin er lokin.
Standard
Spurdur, um danska verjan hevur nýtt nógva tíð til at fyrireika seg til útbúgvingarstevnuna í Føroyum, svarar Claus Rosenblad, at útbúgvingarstevna í Føroyum minnir nógv um stevnurnar í Danmark, og tískil varð einki eykað gjørt burturúr.
-Vit hava ein standard bás til slíkar stevnur, og hann brúka vit eisini her, so hetta er tað vanliga hjá okkum. Eg má kortini leggja afturat, at stevnan gevur okkum eitt gott høvi til at vísa, at vit eru til. Vit fáa eisini greitt føroyingum frá, at ein útbúgving í verjuni er ein góður møguleiki, og vónandi taka fleiri føroyingar av okkara tilboðum, sigur hann.