Søguligar gravir: Ættirnar hjá Løbner og Winther

Tær flestu gravirnar, sum eru umrøddar í hesi røð hava gravstein. Men á einum betongkanti eru fýra metalplátur við navni á. Hesar plátur vísa til sera søguligar persónar í Havn

Óli Jacobsen

Nøvnini á hesi plátum eru í hesi røð: N.C. Vinther, Maren Wenningstedt f. Winther, Jens Wenningstedt og Hans Christoffer Jacobsen.
Ættarsambandið millum hesi fýra er, at N.C. Vinther er pápi Maren, sum var gift við Jens Wenningsted. Hans Christoffer Jacobsen er versonur teirra, giftur við dóttrini Armgarð.
Bæði forfedrarnir hjá hesum og teirra eftirkomarar, sum teljast í hópatali, hava verið við til at skapa søgu í Føroyum.
Fyrsta navnið í røðini er Niels Christopher Winter (1776-1864), timb­ur­maður og kirkjuverji, giftur við Siggu Mariu Justdóttir f. Karbech.
Foreldur hansara vóru Mads Christophersen Winther og Maren Jensdatter Karbech, sum giftust 7.09.1775
Sigga Maria og Niels Christoffer fingu hesi børn:
a. Deyðfødda gentu í 1805
b. Maren Nielsdóttir í 1806. Giftist við Jens Wenningsted
c. Mads Christoffer (1809-1810)
d. Marianna (1811-1812)
e. Mads Andreas Winther (1813-1879). Sýslumaður á Sandoynni 1838-1877.
Giftist við Súsannu Katrinu Kristiansdóttir (1813-1898) av Sandi.
Abbasonurin við sama navni var eisini sýslumaður á Sandoynni. Hann verður umrøddur í eini komandi Mið­viku.
f. Júst f. 1815, giftist við Nancy Elisabeth Andersen úr Keypmanna­havn. Var við at byggja løgtingshúsið í 1856.
g. Christianna Carolina (1818-1904) giftist við Samuel Hammershaimb Debes (1813-1897), bókhaldari í kongaliga einahandlinum.
h. Niels Christoffer Winther (1822-1892). Giftur við Anna Maria Nicolina Kjergaard, dótturdóttir forvaltaran við kongaliga handlinum, Jákup Nolsøe. Niels skapti søgu bæði sum fólkatingsmaður, og sum tann, ið fekk heiðurin fyri, at løgtingið varð endurstovnað í 1852.

Jens var sonur Løbner
Marin giftist við Jens Wenningstedt, sum er av eini ikki minni kendari ætt. Samb. kirkjubókunum var páp­in Emilius Løbner, kendur sum kommandantur og sum fyrsti danski amtmaðurin í Føroyum. Hann er serliga illa kendur frá vitj­anini hjá Brillumanninum, men sum amtmaður var hann vist ikki so galin. Hann fekk tað ummæli, at hann royndi at gagna føroyingum, men tað var ikki altíð, at teir vildu sjálvir.
Jens var føddur uttan fyri hjúna­lag í 1807. Mamman var Kristina Jens­dóttir Wenningsted.
Tískil kann roknast við, at tey sum eita Wenningsted og Winther í Føroyum eru ættað frá teimum í hesum gravum.
Løbner fekk orð fyri at vera ræðu­skítur í sambandi við brillumannin. Tað tykist hann eisini at hava verið í samband við faðirskapin at Jens Wenningstedt. Í kirkjubókini stendur hann at vera “udlagt som barnefader”, men hesum royndi hann at sleppa sær undan. Meira verður um hetta í komandi Miðviku.
Tað sigur kanska eisini nakað um Løbner, at hann flutti einsamallur til Danmark, tá ið hann gavst sum amtmaður í 1828, meðan konan, Anna Sofia og trý ára gamla dóttirin, Henri­etta, vóru eftir í Føroyum.
Jens giftist við Marini Winther, f. 1806, og gjørdist hann tískil svágur politikaran Niels Winther.

Børnini hjá Jens og Marin
Tey bæði fáa í 1830 ein deyðføddan drong. Í 1831 fáa tey Armgarð Mariu Kristinu, sum tann 14. november 1849 giftist við smiðin Hans Christ­offer Jacobsen, beiggi Júst bónda á Húsagarði.
Hans Christoffer gjørdist ikki gamal maður. Hann doyði longu í 1869, 55 ára gamal. Armgarð doyði í 1911, júst ikki 80 ár gomul.
Armgarð og Hans Christoffer fingu børnini:
a. Ellen Elisa f. 1850. Gift við Eli­esar Andreassen (1850-1931), fyrr um­rødd í hesi røð.
b. Jacob (1853-1932) giftur við Onnu Kjelnæs (1854-1939), fyrr umrødd í hesi røð.
c. Jens Wenningsted f. 1855, timb­urmaður. Giftur í 1879 við Onnu Poulinu Poulsen (1857-1944).
Ein sonur teirra var H.C.W Tór­garð, sum er umrøddur í hesi røð.
Um Jens skrivaði fráhaldsblaðið Dúgvan tann 22. juli 1905:

J. W. Jacobsen
I Lørdags, den 15.ds. døde af Lunge­be­tændelse Tømmermand Jens Wenningsted Jacobsen, kun lidt over 50 Aar gammel.
I ham har Thorshavns By mist­et en af sine bedste Borgere – han var i flere Aar Medlem af Thorshavns Kommu­nalbestyrelse – og Thors­havns Afholdsforening en af sine ældste og trofasteste Medlemmer. Han hørte til Foreningens Veteraner. Fra den 12. Januar 1879, altsaa i over 26 Aar, stod han uafbrudt i Foreningens Rækker og var i flere Aar Medlem af Bestyrelsen.
Han var en dygtig Haandværker, en flittig Jordbruger, en retskaffen Mand og en helstøbt Personlighed, og den store Sørgeskare – en af de største, man nogensinde har set – bar vidne om, at han var elsket og afholdt af enhver, som kendte ham.
Tað kann vera nevnt her, at abba­sonurin, Hansemann, var eisini ein sera virkin limur í losjuni í Havn.
d. Johan Otto Jacobsen (1857-1887). Hann fór sum ungur í handil hjá Jákup Lützen. Hann var likamliga veikur men so mikið meira dugdi hann til hendurnar. Hann tók læraraprógv 1884, var so eina tíð vikarur í Miðvági. Frá seinast í 1885 til fyrst í 1887 stýrdi hann handlinum hjá M.C. Restorff á Viðareiði. Men hetta ár gjørdist hann so sjúkur, at hann doyði sama ár.
e. Hans Marius Jacobsen (1861-1867).
f. Hans Marius Jacobsen (1869-1944). Giftist í 1902 í Sands kirkju við Sáru Sofíu Jacbsen, (1882-1969 f. Í Skálavík. Hann var kendur lærari, og verður umrøddur í komandi Miðviku.
g. Sigrid Maria (1834-1863). Hon giftist í 1861 í Havnar Kirkju við Jóan Paula Poulsen (1833-1887), timbur­mann í Hesti.
Hini børnini hjá Jens og Marin vóru:
Sigrid Maria (1834-1863), sum í 1861 verður gift við Jóan Paula Poulsen úr Hesti.
Annu Sofía Elisabeth f. 1837, sum í 1867 í Sands kirkju verður gift við
Clement Poulsen (1837-1915), keypmann í Skopun.
Ein sonur teirra var Johan Hend­rik Poulsen, Dikkurin, sum var ein kendur politikari í Sjálv­stýris­flokkinum. Verður umrøddur í kom­andi Miðviku.
g. Niels Christoffur f. 1849

Jens Venningsted doyði í Skopun
í 188t. Hann man vera fluttur til aðra av døtrunum í Skopun. Marin, konan, doyði longu í 1865, bara 59 ára gomul. Jens varð jarðaður í Havn. Ofta vóru fólk jarðað, har tey doyðu. Tað hevur ikki bara ver­ið sum at siga tað at flyta eitt lík úr Skopun til Havnar tá í tíðini. Men tað var kortini gjørt.
Tað er so nógv at siga um hesa ætt, at í komandi tveimum Miðvikum eisini verður eisini greitt frá henni.