Søguligar staðfestingar nakað øðrvísi enn skaldsøgur

Jógvan við Keldu
......

Meðan skaldsøga er ábending við listarligum innihaldi og meiri enn lutvíst verður brúkt til undirhald, har stundum gjørt verður av og helst onkuntíð skrøggað, skal hon takast fyri tað, hon er, skal søguskriving vera próvføst

Í eini rættleiðing svarar søgufrøðingurin, Hans Andrias Sølvará aftur uppá grein mína í seinastu viku undir heitinum: “Tá søgufrøðingur brúkar ódokumenteraðar leikmannakeldur”, har eg vísti á, hóast fyrilesturin var bæði áhugaverdur, viðkomandi og virðismikil fyri søguna, hevði hann samstundis óundirbygt og próvleyst ljótt álop á tríggjar partar: samkomuna í Betesda, Kjølbro og eina fjøld av fólki.
Í rættleiðingini verjir hann seg við, og sigur, at tað tykist ikki, sum eg skyni ímillum, at tað eru fleiri mátar at brúka søguligar keldur uppá og tekur sum dømi tvinnir hættir. Annar er í stuttum at eftirkanna allar upplýsingar, meðan hin er at brúka eitt og annað, sum onkur hevur skrivað, og tí prógvað, at “tað er skrivað” og viðgera tað sum so.

Minnir ikki sørt um “Fiskerne”
Tá eg las rættleiðingina, kom eg at hugsa um ofta prísvinnandi skaldsøgur, sum hava tillátursgjørt trúgvandi, har karikaturar oftast verða teknaðir av teimum. Eitt nú í “Fiskerne” gevur kommunisturin Hans Kirk eina mynd av teimum fólkum hann lutvíst kendi, men sum fólkini seinni í ymiskum samrøðum ikki kenna aftur. Sum “proletarur”, dámdi honum, ja helt av fiskimanninum meðan hann síðani kemur í ávísum offarakæti og við tí, sum summi halda “stuttligum” skrøggi ger av, hvussu t.d. indremissiónin tá í tíðini livdi dagliga.
Alt hetta kann vera vælskrivað, høvundurin sær tað út frá sínum upplivingum, gevur ávísa mynd av tíðini, men einfaldur og ævigur sannleiki er hetta ikki. Tað kundi eg hugsa mær, at Hans Andrias gevur mær rætt í.
Her er aðalmunur á skaldsøgu og veruligari próvfastari søguskriving.
Meðan skaldsøgan er ein ábending við listarligum innihaldi og meiri enn lutvíst skal brúkast til undirhald, har gjørt verður av, og helst onkuntíð skrøggað, og skal takast fyri tað, hon er, skal søguskriving vera próvføst.
Hóast søgufrøðingurin, í hesum føri Hans Andrias Sølvará, heldur seg kunna brúka nevndu endurgeving frá Josiasi Matras, í so mongum sambondum, heldur hann, kanska uttan at kenna varhugan av álvarseminum, fram við hesi søgureingjan, við áhaldandi trongd eftir at fáa hetta til “sannleika”. Tað er m.a. her, hann sum søgufrøðingur gerst óálítandi.

Spurningurin ikki, hvat Jógvani dámar
Her er ikki talan um, sum hann sigur í rættleiðingini, “hetta er ikki nakað, sum eg sum søgufrøðingur kann “censurera” burturúr søguni bara tí, at Jógvan ikki dámar uppáhaldið. Og uttan mun til, hvat Jógvan heldur um tað, so er sjónarmiðið dokumenterað í skrivaðum søguligum heimildum”. – Spurningurin er ikki um hvat “Jógvani ikki dámar”, men er henda kelda hjá Hans Andriasi kannað, er hon skottrygg og er hon “censurerað” av honum, fyri at brúka hansara egnu orð! Eg seti spurningin, sum eg ikki havi fingið svaraðan.
Havi til tíðir verið spurdur um eitt og annað av fólki, ið skrivað hevur søgu. Tað sum eg havi lagt til merkis, er teirra nærlagni at tjekka og dupulttjekka, fyri at fáa røttu kelduendurgeving. - Sakni objektivitet hjá søgufrøðinginum, Hans Andriasi Sølvará, í hesum føri.
Í hesum føri haldi eg, at hann vísir trongdina til, ikki bara halda lívið í, men at “blása nýtt lív í” eitt ódokumentarað uppáhald har sagt verður: “Det førte tit til, at mange, også af økonomiske grunde, lod sig gendøbe”.

Endurtøka aftur og aftur
Í Útvarpi Føroya 11. oktober 2012, í samband við doktararitgerðina hjá Tórði Jóanssyni, “Brethren in the Faroes – an Evangelical movement, its remarkable growth and lasting impact in a remote island community”, endurtekur Hans Andrias uppaftur, tað sum hann fleiri ferðir fyrr hevur endurtikið, setningurin: “ Tað hevur eisini verið sagt í Klaksvík, at “fólk lótu seg doypa til Brøðrasamkomuna av økonomiskum grundum”” – Her brúkar hann aftur somu orðini “summi siga”. Tí er spurningurin enn einaferð, verður hetta veruliga sagt út frá “sleygi” ella mildari sagt próvleysum fólkatosi, sum hann ótroyttiliga staðfestir og kennir trongd til at halda fast við, tá hann kannar og granskar søguna. Tað gerst ikki meira satt, Hans Andrias, fyri tað, um hetta er skrivað og útgivið í bók.
Her er ikki bara talan um “forbígangandi”, men meiri og meiri ein staðfesting frá hansara síðu, sum hann tykist trúgva.
At hann síðani brúkar fyribrigdið at “doypa til Brøðrasamkomuna” visir eisini hansara periferiska kunnleika til málið. Tað fari eg kanska eisini at venda aftur til seinni.

Jú Hans Andrias, Jógvan skilir
Til endans sigur hann: “Poengið, sum Jógvan ikki tykist skilja er, at tann sannroynd at teksturin hjá Josias Matras yvirhøvur er til, prógvar, at tað vóru fólk í Klaksvík, sum hildu, at Kjølbro hevði ov stóra ávirkan á lívið í Klaksvík”.
Havi fylgt við lívinum í Føroyum í mong ár, havi ikki lisið heilt onki, havi sæð hópin av ymiskum meiningum og metingum um samfelagið, vinnulívið, um samkomu- og kirkjulív, tí er tað at undrast á, at eg nú “ikki skal tykjast skilja, at teksturin hjá Josiasi Matras yvirhøvur er til”. – Jú Hans Andrias, Jógvan skilir!
Annars fari eg, sum fyrr sagt, at venda aftur seinni við onkrum brotum við tørvandi breidd í fyrilestrinum, uttan at tað sum so hevur við beinleiðis “læknastríðið” at gera.